Verjumálaráðharrin í Føroyum

Nýggi danski verjumálaráðharrin Svend Aage Jensby vitjar í Føroyum

Ráðharrin hevði mikudagin fundir við bæði Ríkisumboðsmannin, Birgit Kleis og við løgmann, Anfinn Kallsberg. Seinni mikukvøldið var skipað fyri almennum døgverða á Hotel Føroyum við almennum umboðum.
Hann vitjar tó fyrst og fremst Færøernes Kommando í Føroyum. Verjumálaráðharrin lendi við flogfarinum hjá Atlantic Airways klokkan tíggju minuttir yvir tíggju mikumorgunin, og hann fór beina leið á støðina í Mjørkadali.
Hann fer avstað aftur í dag, hósdagin, við flogfari, men áðrenn fer hann á stutta vitjan í Kirkjubø.
Hetta er fyrstu ferð, at Svend Aage Jensby vitjar í Føroyum sum verjumálaráðharri.