Verjuleys!

Leingi hevur í miðlunum ljóðað, at umskipanir skulu fremjast innan løgregluna í Føroyum. Í flestu førum umskipanir við sparing fyri eyga. M.a. sentraliseringar á ávísum støðum. Grundleggjandi fyri ætlanirnar, er at vit sum borgarar lítið og einki kenna til hvat henda skal, og ikki minst, avleiðingarnar av átøkunum.

Kom dátt við, nú eg um dagarnar frætti at her í Sandoynni, skal løgreglan niðurleggjast. Trúði ikki egnu oyrum mínum. Eitt er at vit hava livað við eini skipan, sum er sperd og undir tí støði, ið onnur hava. Eitt annað als onga løgverju at hava.
Tí hóast vit enn eru partur av føroyska samfelagnum, kennist tað dagliga sum vit, smátt um smátt, verða sáldaði frá nú karráa sentraliseringin finnur samljóð við sparingunum. Tykist sum at tað at hava fast samband er innbygd fortreyt í hugaheminum hjá teimum flestu, ið valdið hava. Og livir tú ikki upp til tað fortreytina, so hevur tú ikki møguleika at verða partur av góðu og tryggu tilveruni. Við øðrum orðum, tey sum hava, skulu hava meir og betur. Og har um hini, sum tíverri runnu sína rót, hinumegin gyltu møguleikarnar.
Løgreglan hevur sín stóra leiklut, í at tryggja hvørjum einstøkum rætt til frælsa lívið sum menniskja. Vit eiga at hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit byrja at máa burturav so grundleggjandi rættindum. Kanska serliga í einum øki, sum ikki stendur sterkast, tá um rættartrygd og framkomna sivilisatión ræður. Kenni persónliga hvussu ógvusliga lítla samfelagið kann fara við sínum ábyrgdarpersónum, og meira enn tað einu ferðina, hevur undirritaði havt tørv á persónligu verjuni, sum løgreglan er trygd fyri.
Harumframt hevur løgreglan ein virknan leiklut innan fyribyrgjandi átøk, frá ferðslutrygd til marknatætu.
Fari tí at at heita á fútan, um at umhugsa støðuna av nýggjum. Tí um løgreglan í Sandoynni verður niðurløgd, verður avleiðingin at mest tilafturskomnu verurnar, styrkja sær virkisføri, við greiðari avmarking av frælsi hins einstaka til tryggu og lítaleysu tilveruna.