Verjuleikari til Amager

Anders Qvist, sum í FC Nordsjælland varð mettur at eiga bjarta fótbóltsframtíð, gjørdi í gjár avtalu við Toda Jónsson og FC Amager

- FC Amager er farin undir eina spennandi verkætlan, sum eg fegin vil luttaka og hava ein týðandi leiklut í. Tí eri eg glaður fyri hesa loysnina, hóast tað er við sorgblídni, at eg sigi FC Nordsjælland farvæl. Verjuleikarin hevði í farna kappingarári leiguavtalu við felagið, sum tá bar navnið Fremad Amager, men nú er hann fast bundin at felagnum. Anders Qvist hevur leikt átta SAS-liga dystir, og hevur áður eisini umboðað B93.