Tríggjar daga leikbann fyri ov hart verjuspæl móti Allani

Úlfur Gunnar Kjartansson hjá ÍR hevur fingið harða revsing fyri brotið móti Allani Norðberg

Stóri íslendski hondbóltsmiðilin handbolti.is hevði farna fríggjadag eina sera dramatiska mynd, har føroyski landsliðsleikarin hjá KA, Allan Norðberg var offur fyri harðligum verjuspæli, tá KA vann 38-25 á ÍR á heimavølli.

 

Myndin sýndi Úlf Gunnar Kjartansson hjá ÍR taka ræðuliga ógvusliga og harðliga í Allan Norðberg undir dystinum millum KA og ÍR farna hóskvøld. 

 

- Eg tulki hesar myndirnar sum eitt grovt brot, og eg ætli mær at hyggja eftir upptøkunum fyri at nærkanna tað. Eg havi heitt á dómararnar um at fylgja væl við, at slík brot ikki vera framd. Hetta sigur formaðurin fyri dómaranevndina hjá íslendska hondbóltssambandinum, Kristján Gaukur Kristjánsson. Íslendska hondbóltssambandið sær uppá slíkt vandamikið verjuspæl við álvarsomum eygum, var sligið fast. 

 

Harðliga verjuspælið hjá Úlf Gunnari Kjartanssyni farna hóskvøld hevur nú fingið avleiðingar.

 

Aganevndin hjá íslendska hondbóltssambandinum hevur tikið avgerð um at geva Úlf Gunnari Kjartanssyni tríggjar daga leikbann fyri harðliga verjuspælið móti Allani Norðberg. Aganevndin heldur, at slíkt verjuspæl eigur ikki at koma fyri á einum hondbóltsvølli.