Annar kappingardagurin í HM-endaspælinum í Russlandi er á skránni í dag, og kl.13.00 settu Egyptaland og Uruguay hol á bólk B. Egyptaland var uttan stjørnuna, Mohamed Salah, sum ikki er vorðin heilt klárur eftir skaðan.
Uruguay hevði bóltin mest, men Egyptaland var væl mannað í verjupartinum, og tað var einans eftir ein tilvildarligan deyðbólt, at Luis Suárez fekk ein risa møguleika miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hann fekk tó ikki mál, og hálvleiksstøðan var 0-0.
Gongdin í seinna hálvleiki var hin sama. Uruguay var uttan hugflog og sá ikki út til at hava lykilin at lirka egyptisku verjuna upp. Teir fáu møguleikar, sum uppstóðu einamest til Suárez, vórðu misnýttir, men í evstu løtu kom bjargingin hjá Uruguay.
Eitt lítið trýst frá Uruguay í evstu løtu gav úrslit, og eftir innlegg frá Carlos Sánchez var tað miðverjuleikarin, José Giménez, sum var hægstur og stútaði bóltin í málið. Hetta bleiv sigursmálið, tí Uruguay vann dystin 1-0.
Hetta var annars sum heild ein dystur uttan rútmu og uttan gott fótbóltsspæl. Egyptaland greiddi setningin tað mesta av dystinum, men fekk váta vøttin frá Uruguay, sum kann fegnast um trý stig, men sæð úr einum leikligum sjónarhorni óivað má taka annað skinn um bak.
Seinni dysturin í bólki B verður ímillum Marokko og Iran. Tann dysturin byrjar í dag kl.16.00. Í kvøld kl.19.00 er stórdystur á skránni, tá ið Portugal og Spania bresta saman í bólki C.
Egyptaland – Uruguay 0-1 (0-0)
0-1: José Giménez, 89.