Odmar Færø hevur verið skaddur ein stóran part av tíðini síðani dystirnar móti Svøríki og Írlandi, men nú er verjukempan klár at stríðast fyri Føroyar í annaðkvøld móti Eysturríki.
- Eg kenni meg kláran til dystin í morgin. Eg bleiv skurðviðgjørdur fyri dupultbrokk eftir dystin móti Írlandi. Síðani havi eg verið til uppvenjing. Tað tók tveir mánaðir og síðani tá havi eg hildið meg í gongd, sigur Odmar Færø, sum spælir við Forfar í Skotlandi.
Hóast Odmar helst er mest kendur fyri sína likamligu styrki, so er hann kom til Eysturríki fyri at spæla bólt.
- Vit eru komnir her fyri at spæla bólt. Vit hava fleiri góðar bóltspælarar, sum eisini er sinnair at kempa fyri tí. Gera vit tað, so trúgvi eg upp á, at vit kunnu fáa okkurt við okkum heim, sigur Odmar, men hann roynir at halda hitan í kuldanum á Ernst Happel leikvøllinum í Wien.
Eysturríki hevur iki so navnframar fótbóltsspælarar, sum onkur av hinum mótstøðuliðnum, sum vit hava spælt móti, men Odmar er fyrireikaður upp á, at um okkara ikki spæla upp til sítt besta, so kann enda gali.
- Teir hava fleiri góðar spælarar, sum vit kenna úr týsku Bundesliguni og Premier League. Teir eru avgjørt nakrir góðir spælarar, og spæla vit ikki upp til okkara besta, so kunnu vit koma fyri einum stórum tapi, ávarar Odmar Færø, sum annars letur væl at umstøðunum á Ernst Happel leikvøllinum.
Tað er sannlíkt, at Odmar Færø byrjar inni í miðverjuni í annaðkvøld. Landsdysturin millum Føroyar og Eysturríki byrjar klokkan 19:30 føroyska tíð.
Undir greinini ber til at hoyra samrøðuna við Odmar Færø, sum var gjørd undan seinastu venjingini á Ernst Happel leikvøllinum í kvøld.
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF










