Vit mugu tíverri ásanna, at myndin er ikki so ljósareyð. Tað, sum mangan verður gloymt, tá tosað verður um tað stóra yvirskotið er, at uppi í hesum talinum er 1 milliard. kr. úr danska statskassanum. Taka vit hesa milliardina burturúr, so vísir landskassin ístaðin eitt hall uppá 500 mió. kr. um árið. Hetta sigur ikki so lítið um, hvussu stóran týdning stuðulin úr Danmark hevur.
Góður byrur
Um vit kanna, hvør orsøkin er til yvirflóðina av peningi í landskassanum júst nú, so síggja vit, at fiskivinnan hevur gjørt tann stóra munin. Fiskiskapurin hevur verið sera góður og fiskaprísirnir óvanliga høgir. Afturat hesum kemur, at alivinnan hevur klára seg sera væl og kasta nógvan pening av sær til samfelagið.
At tað hevur gingist so væl, eiga vit at vera takksom fyri, men hetta eru viðurskifti, sum vit lítla ávirkan hava á. Søgan sigur okkum, at her henda broytingar alla tíðina. Vit hoyra tíðindi um, at prísurin á rækjum og laksi er nógv lækkaður, og støðan hjá hesum vinnum gerst hættislig, um ikki vend kemur í skjótt. Vit mugu ásanna, at okkara búðskapur er viðkvæmur.
Rættindi og stuðul
Sum kunnugt eru fiskirættindi hjá øðrum tjóðum grundarlagið undir einum parti av okkara fiskivinnu. Okkara politikarar, úr øllum flokkum, hava roynt at gera sítt besta fyri at varðveita hesi rættindi. Hvussu hetta hevur eydnast, eru helst fleiri meiningar um, men nøgdirnar av fiski eru vorðnar smærri, sum árini eru gingin.
Tá tosað verður um rættindi og stuðul, so eiga vit ikki at gloyma, at tey týdningarmiklastu rættindini, eru tey vit eiga í ríkisfelagsskapinum. Tíverri er lítil áhugi fyri at verja hesi, ja sitandi samgonga arbeiðir miðvíst fyri at forkoma hesum rættindum og fáa teir sín vilja, fara teir at siga nei takk til 1/3 av blokkinum í 2002.
Veljarin skal vita, at tá peningur fer at resta í, vegna tann politik sum nú førdur verður, tá verður farið til skattaborgaran.
Mín áheitan til tykkum, sum fara á væl 20. november, er tí: Hjálpi okkum at halda fast við tey rættindi, vit eiga hjá øðrum og ikki minst okkara rættindi í ríkisfelagsskapinum?
Velji Sambandsflokkin !









