Erling Jacobsen og Gert Hansen eru ivasamir til komandi kappingarár. Erling Jacobsen sigur við Norðlýsið, at hann raðfestur útbúgving við báti fyrstu mánaðirnar av komandi ári, meðan knæið argar Gert Hansen, sum spældi alt farna kappingarár í høgra bakki.
- Sum nú er veit eg ikki, um eg spæli ella ikki. Eg havi havt trupulleikar við knænum síðani kappingin endaði. So uppstarturin fer at vísa hvat og hvussu, sigur Gert Hansen.
Gert Hansen, sum kom til Víking fyri trimum árum síðani, hevur seinasta hálva annað árið spælt fast á høgra bakki, eftir at Bárður J. Hansen fór til danskan fótbólt, fyri síðani at skifta til NSÍ.
- Læknin sigur at knæðið sær slitið út, og at tað eru ikki nógv ár eftir viðvíkjandi fótbóltinum, men eg fari at royna, sigur Gert Hansen.
Bæði Erling Jacobsen og Gert Hansen hava spælt ein stóran leiklut í meistaraheitunum hjá Víkingi seinastu tvey árini. Tað er framvegis óvist, um Fróði Benjaminsen heldur at spæla, og um tað verður í Víkingi. Hann er settur í samband við NSÍ. Nýggjur venjari hjá Víkingi er Maurice Ross.