1. Jákup Mikkelsen, Molde (26 dystir/-48 mál farin inn)
Hóast ivamál um, hvørt dystarvenjingin var í lagi, fekk klaksvíkingurin lutin sum fyrsta valið millum stengurnar. Uppgávuna loysti hann sum so eisini til UG. Brotssparksmálið fekk hann einki gjørt við, og í aðrar mátar var tað ógvuliga avmarkað, hvørjar royndir hann varð settur á. At hann varð skiftur út við Jens Martin í hálvleikinum var ikki annað enn væntandi, nú hetta var fyrsti dysturin hjá nýggja venjaranum.
2. Óli Johannesen, TB (56 dystir/1 mál)
Liðskiparin og mest royndi føroyski leikarin yvirhøvur var náttúrligt fremsta val til annan av miðverjusessinum, og hetta gav metmanninum høvi at prógva, at hann eisini dugur annað enn at vera sweepari á landsliðnum. Framman undan varð mett, at størsta avbjóðingin hjá miðverjuni mundi vera Mario Frick, og tað má so tilskrivast verjuni, at hesin fekk ein ógvuliga avmarkaðan leiklut í dystinum. Var eisini tryggur í avspælinum, tó at ein einstøk skeiv sending í fyrra hálvleiki mitt inn á miðvøllinum dróg frá.
3. Jón Rói Jacobsen, HB (5/0)
Nýggi venjarin gav honum veruliga elddópin, tá hann varð settur sum makkari til Óla í miðverjuni. Ungi HB-leikarin var tó ivaleysur í avrikinum, og yvir høvur mundi hansara avrik vera eitt hitt besta á føroyska liðnum. Skjótleikin og kropsliga styrkin saman við einum framúr góðum eyga fyri spælinum eru týdningarmklar fortreytir at hava í miðverjuni, og tó at mótstøðan óivað verður harðari, tá skotar koma á vitjan, so skal tað verða løgið, um ungi havnarmaðurin ikki spældi seg inn á liðið mikukvøldið.
4. Jóhannis Joensen, HB (12/0)
Eftir at hann leingi hevur verið partur av hópinum, slapp Jóhannis hesa ferð at royna seg frá fyrsta bríksli, og yvirhøvur má sigast, at hann kom bara heilt væl frá uppgávuni. Er frá felagi sínum vanur við plássi sum bakkur í eini fýra-mans verju, og tað viðførdi, at hann uttan stórvegis trupulleikar kundi røkja uppgávuna. Var alla tíðina sera røkin í at bakka upp fyri miðvøllinum, og tó at hann ein sending tvørtur um mundi kosta ein veruligan málmøguleika, so var hann í aðrar mátar tryggur í avspælinum, og tað er als ikki óhugsandi, at sessurin verður varveittur til komandi landsdystin.
5. Arnbjørn Danielsen, B36 (7/0)
Fekk frá byrjan plássið sum vinstri bakkur, og leikliga sæð átti toftamaðurin at havt góðar fortreytir fyri at røkja sessin. Onkursvegna var tað tó, sum hevði hann trupult við at finna røttu rútmuna í spælinum. Fleiri ferðir var Arnbjørn væl við í spælinum fram eftir vøllinum, men hinvegin hevði hann eisini plaseringstrupulleikar í verjupartinum, sum skulu bøtast, um hann eisini ætlar sær sessin framyvir, og klossuta brotssparkið telir so ikki uppeftir. Góðu fótbóltsevni hansara eiga tó at viðføra, at hann eisini er við í myndini til sessin framyvir, men mett isolerað eftir hesum dystinum, kann hann ikki vera vísur í afturvali millum teir fyrstu ellivu.
6. Heðin á Lakjuni, KÍ (8/0)
Mong vóru spent um at síggja, hvussu kviki klaksvíkingurin fór at roynast í leiklutinum sum vongur, heldur enn vongverji, men partvíst mundu hesi fara vónbrotin av Tórsvølli í so máta. Somikið stutt eftir beinbrot var kanska eisini órímiligt at krevja, at Heðin skal vera á toppinum, og í mangar mátar sást eisini, at enn er nakað eftir. Fyrst og fremst var saknur í vanliga freku rykkunum fram eftir vøllinum, men hetta hongur helst eisini saman við, at hann skal venja seg við at hava uppbakning aftan fyri seg. Einki er tó at ivast í, at Heðin hevur evnini at seta seg á plássið framyvir, og tað er einki forgjørt, um hann eisini fær afturval í komandi landsdystinum.
7. Fróði Benjaminsen, B68 (15/1)
Var saman við Julian Johnsson settur at vera hjartað á føroyska miðvøllinum, og partvíst kom Fróði eisini væl frá uppgávuni. Fyrst og fremst tí tað tykist, sum hann altíð er fullkomuliga líkaglaður um, hvør mótstøðan er. Arrogantur og frekur royndi hann alla tíðina at binda føroyska spælið saman, eins og hann nógvar nærdystir, og at alt hetta varð krýnt við einum máli, mundi ikki gera fagnaðin um avrikið minni. Niðureftir telir tó, at fríspørkini enn eru dekan ov nógv í tali, og hann var eisini partur av nøkrum av ógvusligastu nærdystunum í dystinum. Tann ógvusligasti var tó, tá Frick átti at fingið reyða kortið fyri at jarðleggja toftamannin.
8. Julian Johnsson, B36 (44/2)
Var púrasta náttúrligt annar av sentralu miðvallarunum, og partvíst fekk Julian sannført um, at hann eigur plássið. Í øllum førum, tá tað ræður um at vinna bóltar, tí her stóð eingin annar á føroyska liðnum honum kurl. Stóri trupulleikin er tó, at hann enn er ov veikur í avspælinum, og í so máta hevur hann mangan havt betri dystir enn mikudagin, men arbeiðsorka hansara kompenserar í mangar mátar fyri hesum. Var eisini ein støðug hóttan í luftspælinum fyri mótstøðumálinum, og krýndi hann hendan partin av avrikinum við stútaranum til 3-1.
9. Jákup á Borg, B36 (21/0)
Var at byrja við eitt sindur ótryggur í nýggju spælskipanini, og serliga fyrstu 20 minuttirnar hevði hann trupult við at plasera seg rætt. Sum dysturin leið gjørdist hetta tó betri, soleiðis at B36?arin at enda stóð sum ein av frægastu føroyingunum. Serstakliga eru tað evni og vilji hansara at stríða seg inn í dystin, sum gera, at hann ongan tíð dettur heilt burtur úr myndini, og tá hetta so var komið í rættlag, var hann við í stórum pørtum av skapandi føroyska spælinum. Soleiðis var hann upphavsmaðurin til fyrsta málið, umframt at hann legði upp til tey bæði næstu, so alt í alt tykist lítil ivi vera um, at hann eisini verður á plássinum móti Skotlandi.
10. John Petersen, B36 (40/3)
Sum álopsleikari er hann ein hin besti í føroysku kappingini, og tó at tað sama er galdandi á landsliðnum, so er tað stórt spell, at hann her ikki verður nýttur longur afturi á vøllinum. John telist nevnliga millum fáu føroysku leikararnar, sum eisini í landsdystinum veruliga tora at spæla fótbólt, og hesi evni verða ov lítið gagnnýtt, tá hann sum álopsmaður er lutfalsliga sjáldan í kontakt við bóltin. Hevði sostatt sína bestu løtu í dystinum, tá hann eitt skifti í seinna hálvleiki reikaði longur aftur á vøllin, og tað var eisini um hetta mundið, at hann legði upp til útjavnandi málið. Var tó við í nógvum av teimum møguleikum, sum Føroyar fingu, og helst átti hann eisini at skotið okkurt málið, men eydnan var so ikki við honum hesaferð.
11. Christian Høgni Jacobsen, Vejle (11/2)
Eftir dreymabyrjan sína á landsliðnum í dystunum móti Luksemburg og Russlandi, hevur formkurvan hjá Christian Høgna í mangar mátar peiggjað niðureftir, men nú er tíbetur líkt til, at vend er komin í. Spælitíðin í Vejle tykist heilt víst hava bøtt um sjálvsálitið, og evni hansara at glíða av mótstøðumonnum skaptu ferð eftir ferð órógv í verjuni hjá Liktenstein. Var eisini maðurin, sum við einum væl kontrolleraðum fluktari setti veruliga ferð á føroyska spælið, og lítið er at ivast í, at hann hesa ferð prógvaði, at hann skal vera annar av føroysku álopsmonnunum.
13. Helgi L. Petersen, NSÍ (2/0)
Kom á vøllin sum avloysari fyri Heðin á Lakjuni, men var óheppin at meiða seg stutt eftir hetta, soleiðis at leiktíðin hesa ferð gjørdist ógvuliga avmarkað. Var tó við í hampuliga nógvum, ta tíðina hann var á vøllinum, og átti millum annað sín lut í leiðslumálinum. Og tó at hann onkun tíð hevði plaseringstrupulleikar í verjupartinum, so sýndi hann í glottum, at hann avgjørt eigur at teljast við, tá hópurin skal setast saman framyvir.
14. Rógvi Jacobsen, HB (16/0)
Tá Helgi varð skaddur, noyddist Rógvi at taka til takkar við plássinum úti í borðinum, heldur enn at verað avloysari mitt fyri, men hetta tóktist tó ikki at nerva. Uppspælið gekk ofta upp í hansara síðu, og upphavið til seinasta málið kom eisini eftir, at hann hevði sent innfyri. Samanlagt var tíðin á vøllinum tó dekan ov stutt til at geva eina veruliga eftirmeting, men lítil ivi man tó vera um, at hann eisini er við í hópinum til komandi dystin.
15. Andrew av Fløtum, HB (4/0)
Fekk bert lítla løtu á vøllinum sum avloysari fyri Christian Høgna, og kann ikki metast út frá hesum.
16. Jens Martin Knudsen, NSÍ (55/-141)
Slapp sum vænta at standa í málinum helvtina av dystinum. Eins og hjá Jákupi í fyrra hálvleiki, so hevði Jens Martin ikki so nógv at takast við í seinna, men tá boð vóru eftir honum, var hann tryggur sum altíð. Var bert eina ferð veruliga settur upp á prøva, uttan at hetta tó tóktist at nerva, og evnini at stýra viðleikarunum hevur hann so sanniliga ikki gloymt. Hvørt tað verða hann ella Jákup, sum fara at verja málið móti skotum, er neyvan avgjørt enn.
17. Sjúrður Jacobsen, NSÍ (1/0)
Kom í seinna hálvleiki á vøllin sum avloysari fyri Arnbjørn Danielsen á vinstra bakki, og varð soleiðis skrásettur fyri sín fyrsta landsdyst. Er úr Runavík uppaldur í eini fýra mans verju, og hevði tí lítlar og ongar trupulleikar at fella inn í hesa. Tó at mótstøðan var avmarkað, so sýndi hann at hann maktar plaseringarnar í verjupartinum, og hetta eigur uttan iva at koma honum til góðar í landsliðshópinum framyvir. Tó kundi verið ynskiligt, um hann í størri mun hevði roynt at vera partur av framrættaða spælinum, men sum debutantur er ikki ónáttúrligt, at trygdin verður sett í hásætið. Slapp ikki at royna frísparksevni síni hesaferð, men einki er at ivast í, at hetta eisini kann takast uppí, tá vágskálin um bakkplássið skal nýtast til komandi dystin.