Løgreglan er nú liðug við at kanna tilburðin við Stóravatn í Sandoy í vár, har seytjan seyðir vóru funnir deyðir í einum húsi. Mett verður, at óhappið hendi, tí hurðin til húsið læstist, aftaná at seyðirnir vóru farnir inn at kroka.
Við Kringvarpinum í morgun segði Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, at ákæra um brot á djóraverndarlógina verður reist móti eigaranum.
- Málið hevur verið til hoyring hjá fakmyndugleikunum, og har hava vit fingið eitt svar. Tey meta, at tað er brot á djóraverndarlóggávuna §1 og §2, ið áseta, at djór ikki skulu vera fyri óneyðugari líðing, og at tey, til eina og hvørja tíð, skulu hava fóður og mat. Út frá tí metingini, hava vit valt at skuldseta eigaran.
Tað var páskadag, at løgreglan fekk eina fráboðan frá einum manni, ið var gingin framvið húsið og hevði varnast standin.
Eigarin sjálvur var burturstaddur, tá óhappi hendi, og sambært Kringvarpinum, so noktar hann seg sekan í ákæruni.










