Tað verður aldrin ein skylda hjá samkomuleiðarum at víga samkynd, hóast løgtingið samtykkir uppskotið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga.
Tað staðfestir Mentamálaráðið, nú Løgtingið viðger spurningin um at loyva samkyndum at giftast í Føroyum.
Í uppskotinum stendur at hóast samkynd skulu kunna giftast borgarliga, er tað kortini, bara hjún ímillum mann og kvinnu, ið kunnu verða kirkjulig vígd, ella fáa kirkjuligt vælsignilsi.
Og nú hava leiðarar í samkomum stúrt fyri, at verður tað samtykt at loyva samkyndum at giftast borgarliga, fara teir at verða tvingaðir at gera tað, tí samkomurnar eru ikki kirkjur.
Men tann óttan manar Mentamálaráðið í jørðina.
Danskir myndugleikar hava staðfest, at kirkjulig vígsla umfatar eisini vígslur í fríkirkjum og samkomum, og at tað bara er talan um borgarliga vígslu, tá ið sýslumaður, ella borgarstjórir giftir eitt par.
Og nú staðfestir Mentamálaráðið, at hetta er ein niðurstøða, tey eru samd í.
Tað merkir, at ein samkomuleiðari, sum hevur fingið vígslumyndugleika, hevur ikki á nakran hátt skyldu til at víga eitt par, sum hann av eini ella aðrari orsøk, ikki vil víga parið.
Fólkakirkjan, borgarstjórar og sýslumenn hava skyldu at gifta eitt par, men hjá samkomum er tað ein møguleiki, og ikki undir nøkrum umstøðum ein skylda, sigur Mentamálaráðið.











