Liktinstein ætlar at verða væl fyri, tá teir skulu spæla venjingardyst ímóti Føroyum í Marbella í Spania 2. páskadag. 28. mars klokkan 19.45.
Dagarnar 21. til 29. mars er venjingarlega í Spania á skránni hjá liktinsteinska landsliðnum, og 23. mars spælir Liktinstein venjingardyst ímóti Gibraltar á Victoria leikvøllinum í Gibraltar, og ætlar Liktinstein sostatt at verða væl fyri til dystin ímóti Føroyum í Marbella 2. páskadag.
Sambært heimasíðuni hjá fótbóltssambandinum hjá Liktinstein sær landsliðsvenjarin hjá Liktinstein, René Pauritsch stórar møguleikar við venjingarleguni, og dystunum ímóti Gibraltar og Føroyum, sum eru liður í fyrireikingunum til HM-undankappingina, sum byrjar komandi heyst. René Pauritsch heldur eisini, at tað er týdningarmikið, at Liktinstein spælir dystir ímóti javnlíkum fótbóltstjóðum. Rene Pauritsch heldur dystirnar eisini verða týdningarmiklar aftaná ein drúgvan vetur við lítlum fótbóltsaktiviteti.
Føroyar hava góð minnir um Liktinstein, tá um vinardystir ræður. 26. apríl í 2000 vann Føroyar 1-0 í Vaduz í Liktinstein. 13. februar í 2002 vunnu Føroyar 1-0 á Liktinstein í Peyia í Spania, og 21. august sama árið vunnu Føroyar 3-1 á Liktinstein á Tórsvølli. Føroyar og Liktinstein hava til góðar at verða í sama undanbólki.
Dysturin 28. mars verður sostatt fjórði landsdysturin ímóti Liktinstein, og tann fyrsti dysturin millum londini í nærum 14 ár.