Tá vit seta okkum mál, er so umráðandi, at skriva sær tey niður, og at síggja tey fyri sær. Eisini er umráðarni at eina tíðarfreist, og síðani gera sær eina mannagongd. Hevur tú gjørt hetta, hevur tú longu klárað málið í høvdinum. Fylgir tú mannagongdini, har tú eisini hevur fyrireika teg til hvat kundi gingið galið, er eingin møguleiki at ikki klára sítt mál, sigur persónligi venjarin, Mona Breckmann.
- Fyrireika teg uppá tær ferðirnar tú fert at snáva, hvussu tú kemur upp aftur, og heldur áfram við mannagongdini, ið leiðir til títt mál. Tað er bara tú, ið kann forða tær sjálvum og bara tú, ið kann náa títt mál, sigur hon.
Um eitt menniskja skal halda seg sunt í gerandisdegnum krevst tað at vit hava skil á heilsuni, serliga kostinum vit eta. Sigarettir og rúsdrekka er sjálvsagt nakað, ið ein átti at hildið seg frá, um tað ræður um at hava ein heilsugóðan lívsstíl. Eisini er lívsneyðugt at venja kroppin, heldur Mona.
Setið tykkum heilsugóð mál í nýggja árinum, sigur hon til endans.