Tað hevur ikki gingist sum ætlað hjá teimum fimm rógvarunum, sum skuldu rógva tvørtur um Atlantshavið.
Á 43. degi løgdu teir árarnar inn. Ein hávur hevði oyðilagt róðrið, og teir komu til ta niðurstøðu, at uttan róður bar ikki til at stýra bátinum. Teir riggaðu eitt segl til, og hava síðani siglt við segli tað síðsta strekkið.
Men nú nærkast teir landi.
Givnir at rógva – sigla nú við segli
– Vit hava umleið 90 fjórðingar eftir, skrivaði Livar Nysted í gjárkvøldið.
Hann skrivar víðari:
– Her er nógvur streymur, ið trýstir okkum nakað norður. Vit stríðast við at halda kós, og helst royna at koma einar 10 fjórðingar longur suður, so skuldi eystanvindurin ført okkum á mál. Vónandi! Uttan róður er tað ikki lætt, men vit royna, skrivar Livar Nysted.
Tað hevur verið skiftandi veður.
– Tá ið eg kom á dekkið klokkan 11 í gjár, var nógvur vindur og oysandi regn. Ferðin ta einu løtuna var 6 míl. Hálvan tíma seinni var bakandi sól og stilli, sigur hann.
##med2##
Ferðin byrjaði úr Portimão allar sunnast í Portugal 4. mars. Málið er Franska Gujana, norðast í Suðuramerika. Ferðin úr Portugal til býin Cayenne í Franska Gujana, Suðuramerika, er góðar 3700 fjórðingar
Væntandi vera teir inni um minni enn eitt samdøgur.
##med3##













