2. útbhjóðing
Felagið hevur gjørt gjørt avtalu við Atlantic Petrolum, sum yvirtekur loyvispartar í bretskum øki. Dr Mick Jackson er ein av stjórunum í PremierOil, sum er við í Føroyum. Hann sigur við Sosialin, at tað er ikki óvist um teir fara at vísa føroyska landgrunninum áhuga og um væl vil til vera partur av einum ella øðrum samtaki, sum fer at bjóða í 2. útbjóðing. Hann leggur tó dent á, at felagið er so mikið lítið, at tað fer ikki at vera við í sjálvari nominatiónini, men heldur, um tað metir tað rætt, fara uppí eitt samtak, tá tíðin kemur til, at slík verða sett saman. Hann heldur, at tað eru tey stóru feløgini, sum eiga at vera við í sjálvandi nominatiónini.