Til og við 17. apríl hevur tú møguleikan fyri at søkja um at verða sjálvboðin arbeiðari á Roskilde Festivalinum ?08. Á heimasíðuni hjá festivalinum ber til at fylla eitt umsóknarblað út, har tú kanst ynskja, hvørjum tú vilt sleppa at arbeiða við á festivalinum ? hóast fyriskipararnir av festivalinum royna sítt besta at uppfylla øll ynskir, er tað tó ikki vist, at tú fært ynski títt uppfylt, av tí orsøk at festivalurin noyðist at fylla øll plássini út.
Nógv ymisk arbeiði eru at velja í á festivalinum. Tú kanst m.a. velja at arbeiða sum skrivstovuvaktur, pallvaktur, við renovatión og við el-arbeiði.
Velur tú at vera sjálvboðin á festivalinum, hevur tú somu møguleikarnar sum vanliga áhoyrararnir og tú kanst sostatt eins og øll hini lurta eftir tónleikinum, tær lystir ? tá ið tú hevur frí. Fyriskipararnir royna at taka hædd fyri serligum ynskjum viðvíkjandi vaktskemaum, men teir siga frá, at tað við hesum ikki er sikkurt, at tú sjálvur sleppur at avgera, júst nær tú vilt arbeiða.