? Enn er ongin vandi á ferð. ? Men vit fylgja sera gjølla við gondini.
? Og verður tað neyðugt at seta búskparligt tiltøk í verk, fara vit at gera tað.
Í seinastu búskaparligu frágreiðingini skrivaði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, at ov nógv ferð er á føroyska búskapinum og at hann fór at gera sítt til at minka ferðina.
Og tá ið tosað verður um at minka ferðina á búskapinum plagdi tað í gomlum døgum sum allar oftast at merka búskaparlig tiltøk av onkrum slagi, t.d. skattahækkingar, bundna uppsparing ella okkurt tílíkt.
Men Karsten Hansen sigur, at soleiðis skal frágreiðingin ikki skilast.
Hann sigur at ferðin á búskapinum er høg og at hann fylgir sera væl við gongdini.
? Tí ú tíðirnar eru góðar, er tað neyðugt, at vit leggja pening til síðis fyri at tryggja landskassan.
Og hann leggur dent á, at verður tað neyðugt við búskarligum inntrivum, verður hann eisini noyddur at seta tey í verk.
? Eg fari eg gera tað, sum er neyðugt fyri at føroyingar ikki aftur koma í somu kreppu, sum vit vóru í allan fyrra partin í nítiárunum.
? Og fyri at sleppa undan tíð, er tað neyðugt at forða fyri at støðan frá áttatiárunum ikki endurtekur seg.
? So okkara greiða endamál er, at halda neyvt eyga við búskapinum fyri at kunna seta tiltøk í verk so skjótt sum gjørligt fyri at kunna venda eini óhepnari gongd so tíðliga sum gjørligt
? Tí málsetningurin er eisini, at verður tað neyðugt, skulu tiltøk setast í verk alt fyri eitt fyri at tað ikki skal svíða ov fast.
? Tað fara vit at gera fyri at sleppa undan at bremsa so hart einaferð afturat, sum vit gjørdu fyrst í nítíárunum, tá ið fólk fingu skelk omaná skelk fíggjarliga av teimum tiltøkum, sum tá vóru neyðugt at seta í verk í stórum pakkum, ferð eftir ferð.
Hann sigur, at tað er neyðugt at vit leggja pening til síðis í hesum góðu tíðunum at tryggja landskassan.
? Men vit fara ikki at leggja hægri skatt á fólk. Tí tað má ongantíð verða so, at tað ikki loysir seg at arbeiða.
? So verður tað neyðugt við tiltøkum, verður helst talan um uppsparing av onkrum slag.
? Men tað er ikki neyðugt við tiltøkum í løtuni, tekur hann uppaftur.
Privata nýtslan ikki trupulleikin
Annars heldur fíggjarmálaráðharrin ikki, at tað hevur verið tann privata nýtslan, sum hevur verið trupulleikin í føroyskum búskapi.
? Tað var ikki privata nýtslan sum koyrdi Føroyar á húsagang. Tað vóru hinvegin tær ovurhonds íløgurnar og tey veldugu veðhaldini, sum landskassin hevði.
? Veruleikin er, at tann privata nýtslan hevur ongantíð verið serliga stór. Og tað var ikki so stórur munur á nýtsluni í 1988 og í 1993, undantikið innflutningurin av bilum og prísurin á húsum.
Hava havt fund um effektiviseringar
Karsten Hansen sigur orðini um at minka ferðina í búskapinum skulu heldur takast soleiðis, at ætlanin er at fara undir eina miðvíst arbeiðið at gera almennu umsitingina efektivari.
? Vit hava sett sett fullveldi ovast á skránni og tað skal síggjast aftur á næstu fíggjarlógini, sum kemur í gildi 1. januar 2000.
Hann sigur, at hann er farin undir tað fyrsta umfarið av fundum við øll aðalstýrini um ætlanirnar at effektivisera almennu umsitingina.
? Við hesum er ikki sagt, at fólkið í almennu umsitingini ikki arbeiðir, tí tey arbeiða nógv.
? Men tað er ongin meining í at gera sama arbeiði tvær ferðir.
? Og í almennu umsitingini er tað ikki sørt arbeiði, sum verður gjørt tvær ferðir.
? Eitt dømi er bókhaldið hjá almennum stovnum kring landið.
? Har verður bókhaldið gjørt á sjálvum stovnunum, men so verður tað gjørt umaftur í Havn og tað er ongin meining í.
Hann sigur, at fleiri slík dømi eru um arbeiði, sum verður gjørt tvær ferðir.
Hann leggur afturat, at hetta skal síggjast í ljósinum av ætlanini hjá samgonguni at menna útjaðaraøkini.
? Tvs, at har arbeiðið verður gjørt tvær ferðir, verður tað varðveitt úti um landið, men lagt niður í Havn.
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at hetta merkir ikki, at almenn starvsfólk verða søgd upp.
? Vit vilja avgjørt varðveita tryggleikan í starvinum. Men vit ætla at minka almennu umsitingina við náttúrligari frágongd.
? Tað vil siga, at vit halda uppat at seta nýggj størv, og skal eitt starv setast einastaðni, er ætlanin at manna tað við fólki úr øðrum starvi í almennu umsitingini.
Karsten Hansen sigur, at verður almenna umsitingin minkað, og peningurin lagdur tilsíðis, er tað eisini at tálma ferðini á búskapinum.
Fara neyvan at hækka
Hann sigur, at ein annar máti at tálma búskapinum er eisini at halda aftur í almennu íløgunum.
? Í ár eru almennu íløgurnar 138 milliónir, og tað er ikki nógv. Hóskandi hevði verið við íløgum fyri einar 200 milliónir, men vit valdu at lækka tær í ár fyri at tálma búskapin.
? Og tað er nógv sum bendir á, at íløgurnar verða ikki hægri komandi ár, sigur Karsten Hansen.










