Verður stuðulsskipanin framvegis tann besta í 2011?

Huxa er harðliga í móti, at Mentamálaráðið ger mismun á lesandi úti í heimi.

Útvarpið visti at siga í tíðindum í gjár, mikudagin 4. august, at lesandi uttan fyri Norðurlond eru tey einastu, ið kenna sviðan av neyðugu sparingunum. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum, heldur fast við sparingarnar, tí alduringarnar ávirka bert teir óhepnu tretivu næmingarnar, ið leita sær útbúgving uttan fyri Norðurlond. Hon sigur enntá í lesarabrævi, at “stuðulsskipanin til føroyingar, sum lesa uttanlands er framvegis ein tann besta í øllum heiminum.”
Og tað er nakað, vit kunnu vera errin av.
Men sparingin er bert tann fyrsta av tveimum, sum Mentamálaráðið fremur í einari størri ætlan. Áður var hægsta stuðulsupphæddin 120.000 kr., men hon verður lækkað til 100.000 kr. í august í 2010, og so lækkar hon niður til 80.000 kr. í 2011.

Útisetar
Orsøkirnar til neyðugu sparingarnar er tó ikki, sbrt lesarabrævinum hjá Helenu Dam á Neystabø, at mentamálaráðið skal spara pengar, men, og her siteri eg landsstýriskvinnuna við mentamálum, at: “yvir 60% av okkara ungdómi, sum lesur hægri lestur, fer uttanlands at útbúgva seg. Av hesum koma bert uml. helvtin heim aftur. Tað er trupulleikin.”
Men hvussu definerar Helena Dam á Neystabø “heim aftur”. Krevur hon, at øll lesandi skulu koma heim aftur beint eftir loknan lestur? Um hon ger tað, so fáa nýklaktu bachelor-vitini ikki neyðuga arbeiðsvitanina, sum er týdningarmikil í teirra arbeiðstilgongd. Um vit hugleiða víðari í fløktu definitiónini, meinar hon so við, at helvtin av teimum “60%” koma aftur eftir eitt, tvey ella fimm ár? Ella hvussu við tíggju? Er tað týdningarmikið fyri menningina av føroyska arbeiðsmarknaðinum, at lesandi “koma aftur” uttan arbeiðsroyndir?
Ætlan
Hvussu breiðir og umfevnandi alduringarnir fara at verða í august mánað í 2011 er ógreitt. Men ikki er tað óhugsandi, at ringarnir fara at ávirka væl fleiri enn teir gott og væl tretivu lesandi, ið primert lesa í Amerika.
Tískil er spurningurin, um stuðulsskipanin framvegis verður ein tann besta í øllum heiminum í 2011?