Verður Sýrialand tað næsta?

Í Sýrialandi eru fólk farin at óttast fyri, at amerikanararnir hava eina loyniliga ætlan um at broyta stýrislagið bæði har og í Iran, tá teir hava fingið bilbukt við Saddam Hussein. Ja, sigur sýriska stjórnin, tí USA ger alt, sum hóvar Ísrael

Seinastu dagarnar hava skuldsetingar og avsannanir flogið millum Washington og Damaskus. Samstundis veksur óttin í Sýria-landi. Er nakað í tosinum, spyrja fólk. Hava amerikanarar eina loyniliga ætlan um at skifta stýrislagið í øllum Miðeystri? Er Irak bara tað fyrsta, og standa Sýrialand og Iran fyri tørni aftaná?
Almenna hugsanin í Damaskus tykist vera, at hetta er ikki tikið úr leysum lofti. Tí Washington dansar eftir ísraelsku pípuni, sigur sýriska uttanríkisráðið. Diplomatar í sýriska høvuðsstaðnum halda haraftur-ímóti, at tosið um Sýrialand sum eitt møguligt næsta stig er partur av stríðnum millum heykarnar og dúgvurnar í Washington, og at hetta stig verður neyvan veruleiki nú, um kríggið í Irak dregur út.
Skuldsetingarnar og hóttaninar byrjaðu í síðstu viku. Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, segði í samrøðu við eitt blað í Libanon, at USA fór at líða somu lagnu í Irak sum í Vietnam. Samstundis segði hann seg bera ótta fyri, at Sýrialand stóð næst á einum lista, sum hevði sín uppruna í Jerusalem.
- Tað er altíð vandi fyri tí. So leingi Ísrael er til, eru vit hótt. So leingi ágangur verður framdur ímóti einum arabiskum landi, ella eitt arabiskt land verður álopið, er vandi á ferð, segði al-Assad við blaðið og legði afturat, at Amerika ætlar at broyta alt Miðeystur, soleiðis sum tað vil hava tað at síggja út.
Stutt eftir at libanska blaðið var komið út, kom amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, við einari beinleiðis ávaring til Sýrialand, sum ikki kundi misskiljast. Rumsfeld segði, at irakar høvdu fingið hernaðarútgerð úr Sýrialandi, eitt nú serligar brillur at nýta í myrkri. Hesar brillur hava teir amerikansku og bretsku hermenninir, og tað hevur verið mett sum ein stórur fyrimunur í krígnum.
- Vit meta hendan flutningin sum eina fíggindagerð, og hesum noyðist tann sýriska stjórnin at taka avleiðingarnar av, segði Rumsfeld.
Víðka ónda liðið
Orðini hjá verjumálaráðharranum, sum verður roknaður millum heykarnar í amerikansku stjórnini, fingu alt fyri eitt eygleiðarar at gita, um USA umhugsar at lima Sýrialand inn í tann ónda liðið hjá George W. Bush saman við Irak, Iran og Norðurkorea. Uttanríkisráðið í Damaskus vísti alt fyri eitt skuldsetingini aftur.
- Rumsfeld roynir at geva veðrinum ella smuglaðum vápnum skyldina av, at amrikanska álopið á Irak er miseydnað, segði sýriska uttanríkisráðið í svarinum.
Tríggjar dagar seinni segði amerikanski generalurin Vincent Brooks á høvuðsstøðini í Qatar, at honum kunnugt hava teir iraksku hermenninir ikki tær serligu náttarbrillurnar.
Sýrialand er tað einasta arabiska landið, sum í løtuni er limur í ST-trygdarráðnum. Al-Assad, forseti er harðliga ímóti krígnum við Irak, og tí kom tað óvart á mong, at Sýrialand atkvøddi fyri samtykt nummar 1441 í november.
USA hevur sett Sýrialand á listan við londum, sum sambært amerikanarunum hjálpa yvirgangsmonnum. Tað snýr seg um felagsskapin Hizbollah, sum heldur til á markinum millum Ísrael og Libanon, og um felagsskapirnar Hamas og Islamskt Jihad, sum gera um seg í teimum pale-stinsku økjunum, og sum hava skipað fyri teimum flestu sjálvmorðsálopunum í Ísrael.
Kortini hava viðurskiftini millum Washington og Damaskus verið góð, tí londini hava arbeitt saman í royndini at gera enda á al-Qaeda. Sýrisku myndugleikarnir hava tikið fleiri leiðandi limir í felagsskapinum hjá bin Laden, og sambært vælvitandi keldum hava júst hesar handtøkurnar hjálpt myndugleikunum í Týsklandi og Spania at avdúka fleiri limir í al-Qaeda.
Alt fyri Ísrael
New York Times vil vera við, at Donald Rumsfeld hevði ikki kunnað Hvítu Húsini, áðrenn hann kom við álopinum á Sýrialand, og tað var kanska orsøkin til, at Colin Powell, uttanríkisráðharri hevði eitt heldur linligari orðalag, tá hann helt røðu fyri einum jødiskum felagsskapi sunnudagin.
- Sýrialand noyðist at taka eina týðandi avgerð. Landið kann velja at halda fram við at styðja yvirgangsfelagsskapir og tað doyggjandi stýrið hjá Saddam Hussein, ella tað kann leggja á ein annan og betri bógv. Men landið má átaka sær avleiðingarnar, sama hvat tað velur, segði Powell.
Damaskus svaraði aftur alt fyri eitt. Uttanríkisráðið segði, at alt, sum amerikanarar gera í Miðeystri, er til fyrimunar fyri Ísrael og ísraelsk áhugamál, og uttanríkisráðharrin legði USA undir at reka ein politikk, sum er stuttskygdur og hástórur mótvegis mentanini í økinum og søgu tess.
Ísrael fylgir við stórum áhuga amerikansku skuldsetingunum ímóti Sýrialandi. Leiðarin á rannsóknardeildini hjá hernaðarligu fregnartænastuni í Ísrael, Yossi Kuperwasser, sigur, at kanska hjálpir Sýrialand irakum at fjala rakettir ella ólóglig evnafrøðilig vápn. Ísraelskir fjølmiðlar vilja eisini vera við, at Sýrialand hevur loyvt sjálvbodnum arabarum, eitt nú palestinum, um markið til Irak, so teir kunnu hjálpa herinum hjá Saddam Hussein.
Eisini Iran
Iran er heldur ikki sloppið snikkaleyst í seinastuni. Í síðstu viku segði Donald Rumsfeld, at Iran hjálpir shiittiskum mótstøðubólkum í Irak, og at amerikanarar meta hesar bólkar sum ein fígginda.
Amerikanska stjórnin hevur mælt irakum til at gera uppreistur stýrinum hjá Saddam Hussein, men samstundis hevur hon gjørt greitt, at hetta umfatar bert bólkar, sum geva seg undir leiðsluna hjá Tommy Franks, generali. Gera teir ikki tað, verða teir mettir sum ein møgulig hóttan ímóti teimum amerikansku og bretsku hermonnunum.
Eitt nú er talan um ta sonevndu Badr Brigaduna. Hetta er ein shia-muslimskur felagsskapur, sum hevur fingið venjing í Iran, og sum eisini hevur fingið vápn haðani.
USA og fleiri arabisk lond stúra fyri, at Iran kann fáa stóra ávirkan á Irak, eftir at keíggið er liðugt, tí 60 prosent av irakska fólkinum eru shia-muslimar eins og fólkið í Iran.