Gitingar um hvar spælarar og venjarar fara at halda til í næsta ár eru av álvara farnar í gongd. Tað er líkt til, at eingin útskifting fer fram á venjarabonkinum hjá Víkingi, har Sámal Erik Hentze er sinnaður at halda fram.
- Vit snakka í fulldrøn, og eg rokni við, at eg verði verandi her. Eg vil øgiliga gjarna vera her. Tað eru onkur smáting, sum skulu upp á pláss, og tað er við at vera har, sigur hann.
“Onkur smáting” kann í hesum føri tulkast sum onkur leikaraflyting, og leysasøgur vilja vera við, at Víkingur leitar sær eftir einum áleypara, og at besta boðið er Adeshina Lawal úr ÍF.
- Men eru vit ikki eitt av teimum liðunum, sum hevur skotið flest mál, spyr Bagge skemtandi, men í somu atløgu váttar, at Víkingur hevur tørv á einum áleypara.
Jón Krosslá Poulsen og Finnur Justinussen hava báðir verið darvaðir av skaða í ár, so tað hava fyri tað mesta verið Philip Djordjevic og Andreas Lava Olsen, sum hava verið fremstu menn.
Finnur Justinussen, sum er skaddur restina av kappingarárinum, heldur ikki fram í Víkingi. Hann verður næsta ár staddur í Danmark í lestrarørindum.
Sáttmálin ímillum Adeshina Lawal og ÍF gongur út eftir hetta kappingarárið, og tískil er tað møguligt hjá Víkingi at samráðast við nigerianska áleyparan, sum hevur skotið 19 mál í 41 dystum fyri ÍF.