Verður grøna oyggin veruleiki

Bjarni Djurholm hevði stórar ætlanir við Nólsoy sum grønari oyggj, meðan hann sat sum landsstýrismaður í vinnumálum. Nú spyr hann Johan Dahl, um arbeitt verður víðari við málinum

Undir Bjarna Djurholm sum vinnumálaráðharra var ætlanin, at Nólsoy skuldi gerast sokallað grøn oyggj. Hetta var liður í verkætlan, sum skuldi veita orku til øll húsarhald í oynni frá varandi orkukeldum, eitt nú vindorku.

Nú fregnast so Bjarni Djurholm um, hvørt landsstýrið og nýggi vinnumálaráðharrin, John Dahl, arbeðir víðari við málinum. Spurningarnir eru tríggir í tali og eru teir soljóðandi:

1. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin við Nólsoyarverkætlanini?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða víðari við ætlanini og hvørji stig verða so tikin?

3. Fer landsstýrismaðurin at mæla til, at peningur verður settur av til verkætlanina, so hon gerst veruleiki?

Í viðmerkingunum sigur Bjarni Djurholm millum annað soleiðis:

»Meðan undirritaði var landsstýrismaður var arbeitt miðvíst við at gera Nólsoynna til eina ”grøna” orkuoyggj«.

Í tí sambandi arbeiddi Jarðfeingi saman við StatoilHydro, Enercon, SEV og Tórshavnar Kommunu um at kanna teknisku og fíggjarligu møguleikarnar at nýta vind sum orkukeldu til bæði el, hita og vetni (hydrogen) í Nólsoy.

Omanfyri umrødda Samtak gjørdi eina forkanning, sum var liðug tíðliga í ár. Ætlanin var at byggja eina skipan, har vindorkan varð javnað við vetnistøkni, so brúkarin fekk støðuga orkuveiting, eisini tá vindstilli var.

 

Vindmyllur

Vetnistøknin er enn ikki handilsliga burðardygg, og kundi Nólsoyarætlanin tí ikki fíggjast við inntøkunum frá orkusøluni eina.

Fyri at fáa verkætlanina gjøgnumførda var tí neyðugt, at Samtakið stuðlaði fíggjarliga. Um verkætlanin eydnaðist, kundi sama skipan nýtast í størri mátistokki, bæði í Føroyum og uttanlands, tí elnetið verður ikki órógvað av óstøðugu vindorkuni.. Nólsoyarverkætlanin kundi tí koma at standa sum ein fyrimynd í sambandi við burðardygga orkuframleiðslu.

Ætlanin var at seta vindmyllur við tilsamans 1,8 MW mátti upp á Stongini og framleiða el beinleiðis til brúkaran, til vetnisframleiðslu og til eina hitagoymslu. Orkan, ið skuldi goymast sum vetni, skuldi nýtast, tá ov lítið var til av vindorku til at nøkta orkutørvin. Vetni kann, um ynskiligt, eisini nýtast sum brennievni til flutningsfør og arbeiðstól.Í tí sambandi varð avrátt, at nýggja Nólsoyarferjan skuldi kunna leggja um frá diesel til vetni, tá vetnisskipanin var burðardygg.Íløgan til samlaðu skipanina í Nólsoy var mett til uml. 60 mió kr. Inntøkan frá orkusøluni var roknað við útgangsstøði í táverandi prísi á el og olju og var mett til 2,2 mio kr um árið, tá ið sæð verður burtur frá oljuavgjaldi og MVG.

 

Minka um dálking

Hendan inntøkan einsamøll kundi bert bera eina íløgu, ið var 25-30 mio kr. Um landið gav mvg-frítøku, hækkaði inntøkan frá orkusøluni úr 2,2 til 3,1 mio kr, og harvið hækkaði møguliga íløgan úr 30 til 40 mio kr.

Sostatt restaði nakað í, men um hinir partarnir í verkætlanini gjørdu sítt til at minka um kostnaðin, varð væntað, at javnvág kundi fáast millum neyðugu íløguna og inntøkuna. Nólsoyarætlanin er í samsvar við orkupolitikk landsins, har miðað verður móti at minka um oljunýtsluna og økja um orkuframleiðsluna frá varandi orkukeldum. Sum dømi kann nevnast, at skipanin við vetnis- og hitagoymslu í Nólsoy vil minka um innflutningin av olju við 300,000 l árliga og harvið minka um CO2 dálkingina við 800 tonsum um árið.