Verða verandi

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur nú, at teir russisku hermenninir í kekenia verða ikki tiknir heimaftur.

Putin sigur, at hermenninir verða verandi í kekenia, so teir kunnu hjálpa myndugleikunum har at tryggja lóg og landaskil.
? Tað hevði verið skeivt at tikið hermenninar burtur haðani. Fólk doyggja fyri eygum okkara, og yvirgangsmenninir fara ikki úr kekenia við góðum, sigur Putin, ið sum forsætisráðharri sendi russiskar hermenn til Kekenia í oktober í 1999.