Fyrstu amerikanararnir kunnu fáa koronukoppseting so tíðliga sum í desember mánaði.
Ovastin fyri amerikanska Covid-19 koppsetingarætlanina, Dr. Moncef Slaoui, sigur sambært CNN, at ætlanin er at senda út koppsetingina innan 24 tímar, frá tá hon hevur fingið góðkenning.
Talan er um koppsetingina, ið medisinalfyritøkan Pfizer hevur ment saman við BioNtech, sum fríggjadagin varð send til amerikansku eftirlitsmyndugleikarnar til bráðfeingis- og neyðgóðkenning.
Amerikanska heilivágseftirlitið, The Food and Drug Administration, skal sambært CNN koma saman 10. desember at gera av, hvørt koppsetingin skal góðkennast, og verður hon tað, eru ætlanirnar at fara undir koppsetingar longu dagin eftir.











