Flogskipararnir á tí lítla amerikanska flogfarinum, sum stoytti saman við eitt brasilskt ferðamannaflogfar í síðstu viku, verða møguliga skuldsettir fyri dráp. Brasilska flogfarið datt niður, og øll tey 155, sum við vóru, lótu lív. Tað lítla flogfarið neyðlendi í øllum góðum.
Teir báðir amerikonsku flogskipararnir eru framvegis í Brasil, og teir sleppa ikki haðani, tí myndugleikarnir hava tikið passið frá teimum. Løgregluovastin, Geraldo Pereira, sigur við AFP, at løgreglan hevur fingið boð um at kanna, um teir báðir flogskipararnir viku frá galdandi lógum undan sjálvum samanstoytinum.
Amerikanska flogfarið, sum var á veg til høvuðsstaðin Brasilia við sjey ferðafólkum, fleyg í 37.000 fóta hædd, men fekk boð um at fara niður í 36.000 fóta hædd. Spurningurin er, um flogskipararnir ikki hoyrdu ella ikki gjørdu eftir boðunum við tí úrsliti, at tey bæði flogførini bóru við hvørt annað.