Venus sleipaður á Havnina

Tíðliga sunnumorgunin boðaði línuskipið Venus frá, at teir høvdu fingið maskinskaða

Skip: Sjóverjuskipið Tjaldið fekk boðini um støðuna hjá Venusi kl. 5:00 og legði beinanvegin til brots eftir skipinum, sum tá var statt til fiskiskap undir Íslandi.
Tjaldrið kom til Venus mánamorgunin um 7:30-tíðina, og byrjaðu teir tá at sleipa Venus til Føroyar.
Týsdagin um 16:30-tíðina - nærum hálvtannað samdøgur seinni - komu so Tjaldið og Venus inn á Havnina. Her verður maskinskaðin umvældur á Tórshavnar Skipasmiðju.