Marcus Rashford, sum er tað nýggja stjørnuskotið hjá Manchester United venur líka hart, sum gomlu Manchester United legendurnar David Beckham og Eric Cantona. Frá fimm ára aldri hevði Marcus Rashford plakatir við Manchester spælarum hangandi á vegginum, og er hann nú knappliga partur av hesum liði.
Tað heldur venjarin í barndómsfelagnum hjá Marcus Rashford, David Horrocks. David Horrocks vandi Marcus Rashford í felagnum Fletcher Moss Rangers. Aðrir spælarar, sum hava havt ein uppvøkstur í hesum felagnum eru Danny Welbeck og Wes Brown. Marcus Rashford byrjaði at spæla fótbólt longu tá hann var fimm ára gamal.
- Marcus hevur nógv størri ferð enn Danny Welbeck nakrantíð hevði. Danny Welbeck bíðaði eftir, at bólturin var spældur til hann. Marcus er svangur alla tíðina. Hann hevur sama mentalitet, sum Eric Cantona og David Beckham, tá tað kemur til harða venjing, sigur David Horrocks við bretska blaðið "Daily Mail".
Longu tá Marcus Rashford var níggju ára gamal kappaðust Manchester City og Manchester United um at fáa hann til felagið hjá sær. Gamli hjálparvenjarin hjá Manchester United, Rene Meulensteen fekk yvirtalað Marcus Rashford at koma til Manchester United, og síðani níggju ára aldur hevur Marcus Rashford spælt við barna- og ungdómsliðum hjá Manchester United. Nú er Marcus Rashford kanska tann mest sermerkti ungi spælarin at fáa debut hjá Manchester United, síðani tann tá 19 ára gamli Bobby Charlton fekk debut ímóti West Bromwich afturi í 1957, og skoraði tvey mál í debutdystinum eins og Marcus Rashford.











