Venjingin á leikvøllinum plagar annars at vera seinasta fyrireikingin undan dystinum, men hendan er strikað í kvøld.
Tá vant varð í morgun, oysti tað av himni út í eitt, meðan venjingin var, og tað var ikki frítt, at hetta ávirkaði fótbóltsspælið.
Nú tað er farið at skýma, er toran eisini byrja at ganga, og vøllurin á stadion stendur mest sum undir í vatni, skilst.