Venjingarskúlin varð undangonguskúli

(Ljóðsamrøða) Hoyr Torfinn Højgaard og Annvør Nielsen, lærarar greiða frá

Mikudagin klokkan 14 bjóðar Venjingarskúlin í Havn fyrrverandi næmingum, lærarum o.ø. áhugaðum til Opið Hús, sum verður í gongd frá klokkan 14 til klokkan 19.45 um kvøldið.

 

Millum fyrrverandi næmingarnir, sum fara at bera okkurt fram verða Øssur Winthereig, Sigrún Brend, Terji Rasmussen, Suni Merkisstein og Marjun Kjælnes.

 

Í morgun vitjaðu lærararnir, Annvør Nielsen og Torfinn Højgaard morgunsendingina, har tey prátaðu við vertin á Rás2, sum eisini er fyrrverandi næmingur á Venjingarskúlanum. Har greiddi tey m.a. frá, at Venjingarskúlin varð undangonguskúli, tá talan er um evnisvikur, eina serliga p-faks skipan, og tá talan er um skemafríar dagar fyri teir yngru næmingarnar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Annvør Nielsen og Torfinn Højgaard greiða frá.