Venjingarútgerð fyri hálva miljón

- Talan er um fyrsta floks útgerð sum kann samanberast við nútíðar fitnesshølir í landinum, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu.

Eiðis kommuna samtykti á seinasta bygdaráðsfundi í 2016 at keypa venjingarútgerð til nýggja fitnesshølið í húsinum í Hólmanum.

 

- Nógvar maskinur verða keyptar, og kommunan hevur í tilgongdini ráðført seg við elituna innan fitness í Føroyum, samstundis sum kommunan hevur ráðført seg við fakfólk, ið hava arbeitt við endurvenjingum.

 

Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, sigur, at ætlanin er, at borgarar í Eiðis kommunu skulu kunna brúka fitnesshølið ókeypis - ella fyri eina lítla symbolska upphædd.

 

- Ætlanin er eisini, at tey gomlu í Korndalsbýlinum skulu hava møguleika til venjingar í hølunum, eins og felagsliðið EB/Streymur sjálvsagt eisini kemur at brúka umstøðurnar.

 

Borgarstjórin sigur, at størsti parturin av venjingarútgerðini kemur úr Amerika og hevur eina rímiliga langa avgreiðslutíð. Tískil hevur kommunan longu nú valt at bíleggja útgerðina, hóast hølið ikki verður tøkt fyrr enn um nakrar mánaðir.

 

- Talan er um fyrsta floks útgerð sum kann samanberast við nútíðar fitnesshølir í landinum. Fyrsti partur av útgerðini kostar stívliga 500.000 krónur, og er hesin partur serliga maskinur og leysar vektir.

 

Aftrat hesum keypir Eiðis kommuna ymiskt til endurvenjing, eitt nú balansubrettir, máttir, bóltar og annað.

 

- Heilsan hjá okkara borgarum hevur ótrúliga nógv at siga við tað, at tá fólkið er væl fyri, fáa vit eitt betri samfelag á so nógvum økjum. Borgararnir hava færri sjúkradagar, okkara eldru kunnu verða longri í egnum heimi og longri á arbeiðsmarknaðinum. Fyrimunirnir eru ótrúliga nógvir.

 

Jógvan í Skorini vísir á, at sjálvandi er hetta eisini enn eitt tiltak í tilgongdini at fáa trivnaðin í bygdini enn betur. Fólkatalið í kommununi er vaksið við umleið 40 fólkum seinastu fýra árini.

 

- Hetta er ein ótrúliga stórur vøkstur - lutfalsliga - samanborið við aðrar kommunur, sigur ein fegin borgarstjóri í Eiðis kommunu.