Venjing í Nólsoyarfirði

Stór venjing er í løtuni í Nólsoyarfirði

Ein stór venjing er í løtuni í Nólsoyarfirði. Norrøna, Brimil, vaktarskip frá donsku sjóverjuni, Lív, Sløkkiliðið í Havn, Smyril Line og MRCC taka lut í bjargingarroyndini.

 

Pallurin rundan um kanningina er, at ein eldsbruni tók seg upp í maskinrúminum á Norrønu, meðan hon lá millum Stong og Eystnes.

 

Brimil og Lív eru hjá skipinum, og roynt verður at fáa sett enda á Norrønu, so hon kann sleipast til lands. 

 

Venjingin verður væntandi liðug um hálvgum tólv tíðina, og Norrøna er allarhelst aftur við bryggju á miðdegi, segði KVF í morgun.