Venjing gekk væl

Í morgun skipaði Skálafjarðar Sløkkilið fyri einari venjing í Søldarfirði, og venjingin gekk væl, sigur Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari.

Í morgun skipaði Skálafjarðar Sløkkilið fyri einari venjing í Søldarfirði, og venjingin gekk væl, sigur Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari

 

Vit skipaðu fyri einari venjing, har tveir bilar stoyttu saman við sjey fólkum í tilsamans. Venjingin gekk síðani út  upp á, at fáa klipt fólkini leys, sum sótu í bilunum, og eg má siga, at venjingin gekk útmerkað, sigur Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari.

 

Skálafjarðar Sløkkilið umfatar Strendur, Skála og Runavík, og teir hava eisini ein sjúkrabil, sum eisini var við í venjingini.