Venjarin í Sheffield United givin

Neil Warnock er ikki longur venjari í Sheffield United. Felagið mátti eftir tapið til Wigan sunnudagin lata seg flyta niður í næstbestu deildina. Eftir niðurflytingina fóru Sheffield United og Neil Warnock til samráðingar um nýggjan sáttmála, men Warnock kundi ikki góðtaka tilboðið, ið hann fekk bjóðað. Sum liður av niðurflytingini, legði felagið eina nærum hálvering av lønini á borðið, og hesum valdi 58 ára gamli venjarin ikki taka av.

 

Neil Warnock hevur verið venjari hjá Sheffield United í sjey og eitt hálvt ár, og hevur verið kendur sum ein tann mest harði venjarin í Onglandi.