Venjarin og tríggir spælarar staðfesta vánaligt avrik (FM1)

(FM1) Hoyr Atla Gregersen, Lars Olsen, Gilla Rólantsson og Gunnar Nielsen staðfesta eitt sera vánaligt avrik móti Noregi

##med2##

Tað var mest sum liðugt aftaná átta minuttir, og tað sá ikki gott út tá Noreg leikandi lætt vann sannførandi 4-0 á Føroyum í EM-undankappingardystinum á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.

Mánakvøldið klokkan 19.45 skal føroyska liðið royna at reisa seg í 10. og seinasta EM-undankappingardystinum í hesari undankappingini. Tá verður Svøríki mótstøðuliðið á Friends Arena í Solna uttanfyri Stokkhólm.

Aftaná dystin fekk Tróndur Arge, frásøgumaður hjá FM1 orðið á Atla Gregersen, liðskipara, Lars Olsen, landsliðsvenjara, Gilla Rólantsson og málverjan, Gunnar Nielsen.

Allir fýra staðfesta eitt vánaligt avrik, og eru allir fýra vónbrotnir um tað sum fór fram á leikvøllinum. Men viljan til at betra seg til komandi dyst í Stokkhólmi er til staðar, og tað verur málið nú. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen, Lars Olsen, Gilla Rólantsson og Gunnar Nielsen. 

(Samrøður: Atli Gregersen, Lars Olsen, Gilli Rólantsson og Gunnar Nielsen)