Føroyska landsliðið framdi eitt framúr avrik á Tórsvølli á kvøld í HM-undankappingardystinum ímóti Ungarn. Dysturin endaði 0-0, men øll tey, ið sóu dystin, munnu neyvan vera í iva um, at Føroyar høvdu møguleikarnar til at vinna dystin.
Á tíðindafundinum eftir dystin sýnti týski landsliðsvenjarin hjá Ungarn, Bernd Storck, stóra virðing fyri føroyska avrikinum.
- Eg gráti við eina eyganum og flenni við hinum. Vit høvdu bæði kunnað tapt og vunnið. Eg visti frammanundan, at hesin dysturin fór at blíva trupul, tí at føroyingar spæla væl, og teir vóru sera vandamiklir, tá ið teir fóru í snarálop. Vit megnaðu ikki at spæla okkum til veruligar málmøguleikar, tí at vit spældu ikki nóg væl. Tí eri eg eisini eitt sindur vónbrotin, sigur Bernd Storck.
Bernd Storck ivast ikki í, at á Tórsvølli verða tað onnur lond enn Ungarn, sum missa stig ímóti føroyingum.
- Føroyingar høvdu møguleikarnar at vinna hendan dystin. Tit royna at spæla góðan fótbólt og skora mál. Eg eri vísur í, at onnur lond eisini fara at missa stig á hesum leikvøllinum, sigur Bernd Storck.
Undan dystinum hevði Bernd Storck sagt, at ungarska landsliðið hevur vant á graslíki í eina heila viku. Nógva vindin vil hann eiheldur nýta sum umbering fyri, at Ungarn, sum spældi seg til áttandapartsfinaluna í EM-endaspælinum í summar, ikki megnaði at vinna dystin ímóti Føroyum.
- Tað er øðrvísi at spæla í hesum umstøðunum, men tað er ikki nøkur umbering fyri, at vit ikki megna at vinna.
At enda rósti Bernd Storck eisini sínum venjarafelaga, Lars Olsen.
- Lars Olsen ger eitt gott arbeiði her, og tað sæst, at føroyska landsliðið betrar seg hvørt einasta ár. Tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at hilnast tykkum í komandi heimadystunum, vóru seinastu orðini frá Bernd Storck.