Fiorentina hevur sent venjara sín, Delio Rossi, til hús. Hetta valdu teir at gera eftir eina ógvuliga sjáldsama hending, sum fór fram undir kvøldsins 2-2-dysti ímóti Novara í italsku Seriu A.
Adam Ljajic varð útskiftur longu í 36. minutti og við sarkastiskum lógvabresti mótvegis venjaranum fekk hann av álvara sinnið í kók hjá honum, og gjørdi Delio Rossi ikki mætari enn at leggja á Adam Ljajic við nevasløgum.
Ikki óvæntað boðaði Fiorentina stutt eftir dystin frá, at Delio Rossi nú er frákoyrdur frá sum venjari.
- Hetta er ein álvarsom hending. Hann er vanliga ein sera róligur maður, men vit verða noydd at koyra hann frá, skrivar Fiorentina í tíðindaskrivi.
Hendingin sæst á sjónbandinum niðanfyri.










