Venjarin gjørdist páskaregg

Nevndin í FSF metir tað ikki at vera fíggjarliga ráðiligt at seta Benny Johansen í fulltíðar venjarastarv

LANDSLIÐSVENJARIN

Á fundinum týsdagin fellur avgerðin um landsliðsvenjaran. Tað segði Dánial Andreasen, formaður í FSF, í blaðnum týsdagin. Vit dittaðu okkum at taka til, at nú fór venjarin at verða egg ella ungi. Nýggja nevndin í Fótbóltssambandinum hevði fund týsdagin. Eingin venjari varð settur, og um vit halda okkum til myndina frá týsdagsblaðnum, so er staðfestingin, at venjarin gjørdist ikki ungi, men heldur eitt egg. Og tá vit hugsa um árstíðina, so kunnu vit kanska leggja afturat, at hann gjørdist eitt páskaregg!
Dánial Andreasen, formaður í Fótbóltssambandinum, sigur seg vera fegnan um, at teir komu til eina niðurstøðu, men samstundis harmast hann um, at tað í hesum umfarinum ikki bar til at gera samstarvsavtalu við mannin, sum teir síðani síðst í januar hava samráðst við:
? Tað er nú alment kent, at vit hava tosað við danska venjaran Benny Johansen. Talan er um ein dámligan mann, sum hevur nógvar royndir, stórt innlit og holla vitan um fótbólt ? eisini á altjóða støði. Honum skulu vit bera alt gott. Men á fundinum týsdagin komu vit til ta niðurstøðu, at vit hava ikki fíggjarliga orku at seta ein venjara í fulltíðarstarv. Vit hava samráðst við Benny Johansen um fulltíðar samstarv, men nú er tað greitt, at tað verður ikki til nakað nú.

Orka ikki hægri lønarstøði
Á nevndarfundinum týsdagin viðgjørdi nevndin í Fótbóltssambandinum fíggjarætlanina fyri 2002. Longu undan fundinum var tað greitt, at talan eisini í ár fer at vera um eitt hall. Formaðurin og nevndin vilja avmarka hallið so nógv, sum tað ber til, og tað er høvuðsorsøkin til, at Benny Johansen ikki verður settur í fulltíðarstarv:
? Um vit í hesum árinum fara at hava sama hall, sum vit høvdu í fjør (1,5 milliónir krónur), so er púrasta einki eftir. Vit eru samdir um, at vit skulu varðveita yngru landsliðini, og so mugu vit spara aðra staðni. Um vit høvdu sett ein venjara í fulltíðarstarv, so hevði tað borið við sær, at hann hevði havt fingið meiri í løn, enn vit higartil hava rindað fyri venjaran. Tað er ikki torført at ímynda sær, at hetta hevði havt aðrar øktar lønarútreiðslur við sær.
Hvat hugsar tú um?
? At tað hevði verið lættari hjá øðrum venjarum og kanska eisini hjá spælarunum at grundgivið fyri, at teir skuldu havt meiri í sín part. Vit hava í hvussu so er vent hesum møguleikanum og ásanna, at vit hava ikki fíggjarliga orku til hetta. Tí tóku vit ta avgerðina, sum vit eru komnir til. At vit fara at royna at rætta uppá raksturin fer at síggjast aftur alla staðni. Tað verður alneyðugt at venda hvørjari krónu, áðrenn vit brúka hana, sigur Dánial Andreasen

Parttíðar venjari
Dánial Andreasen vil ikki afturvísa, at Benny Johansen kortini verður venjari hjá føroyska landsliðnum:
? Á fundinum týsdagin varð samtykt, at vit skulu seta ein venjara eftir umleið somu treytum, sum Allan Simonsen hevði. Tað vil siga, at hann verður í parttíðarstarvi hjá okkum. Hann skal ikki búgva í Føroyum, men vit ætla í samráðingum at fáa upp á pláss, at hann skal vera í Føroyum, tá tað verður brúk fyri tí. Um Benny Johansen verður áhugaður í einari sovornari loysn, so er hann avgjørt eitt møguligt evni, men tað hava vit ikki tosað um enn.
Nær verður nýggi venjarin settur?
? Sum eg segði við Sosialin týsdagin, so hava vit havt fleiri fyrispurningar um venjarastarvið. Vit standa ikki á berum. Men higartil hava vit bara havt samráðingar við ein venjara. Nú fara vit at tosa við aðrar venjarar, sum vit hava havt samband við.
Nær verður venjarin settur?
? Nú hava vit ikki tað trýstið á okkum, sum eg hesa seinastu tíðina havi kent, at vit høvdu, tí vit skuldu gera av, um vit skuldu seta Benny Johansen í fulltíðarstarv ella ikki. Tú skalt minnast til, at hetta málið var klárt at taka støðu til undan aðalfundinum. Síðani hevur nýggja nevndin hugsað seg um, og nú er avgerðin tikin. Nú fara vit at brúka ta tíðina, sum skal til, men eg vóni ikki, at tað fara at ganga fleiri mánaðir, áðrenn tað verður greitt, hvør fer at hava ábyrgdina av landsliðnum í komandi EM undankappingini.