Venjari dømdur fyri kynsligan ágang

Jerry Sandusky, sum var venjari í amerikonskum fótbólti hjá lærda Penn State-háskúlanum í amerikanska statinum Pennsylvania, varð í dag dømdur millum 30 og 60 ára fongsul fyri kynsligan ágang ímóti ungum dreingjum.

 

Jerry Sandusky, sumer 68 ára gamal, varð tikin í november í fjør, og í summar dømdi rætturin hann sekan í at hava gjørt seg kynsliga inn á 10 dreingir í einum 15 ára longum tíðarskeiði.

 

Í dag fekk hann so revsingina.