Jón Brekku skal komandi mánaðirnar standa á odda fyri besta mansliðnum hjá FC Hoyvík. Finn Mørk og Helgi L. Petersen hava sagt venjarasessin frá sær, tí hesir hava ov nógv at takast við, umframt arbeiðsplássið. FC Hoyvík er í løtuni á sjeynda plássinum í næstbestu deildini, seks stig frá uppflyting.