Jóan Símun Edmundsson skoraði og legði upp til mál, tá Viking í venjingardyst spældi 2-2 móti Start. Jóan Símun javnaði í evstu løtu til 2-2.
Åge Hareide er ikki longur venjari hjá Viking og Jóan Símuni. Vánaliga gongdin í seinastuni gjørdi, at hann varð koyrdur frá. Hann er nú fyribils venjari í svenska felagnum, Helsingborgs IF. Hann hevur verið venjari hjá Viking síðani 2009.
Jóan Símun Edmundsson kom inn í hálvleikinum. Hann átti part av fyrra málinum og skoraði sjálvur í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.
Fyrsti dysturin í seinnu hálvu av landskappingini verður 30. Juni, tá Rosenborg kemur á vitjan. Viking liggur á einum 10. plássi í Tippiliguni við 14 stigum. Oddaliðið Molde hevur 25 stig, meðan Stabæk á 16. og aftasta plássi hevur fýra stig.