Venja varravøddar á ólavsøku

At venja varravøddarnar er gagnligt ímóti gráum døgum og politiskum máttloysi.

Tað siga fólkini, sum nú eru farin at venja siðvanda ólavsøkukabarettina.

Ólavsøkukabarettin verður sum vant framførd í Sjónleikarhúsinum nakrar ferðir rundan um ólavsøkuna.

- Venjing er tað nýgjasta nýggja: Vit renna, lyfta, strekkja, temja okum kroppin, tí øll skulu vera so sunn og væl vand, siga fyrireikararnir.

- Tó gloyma vit ofta at venja vøddarnar við varrarnar, og tí skipa vit í Ólavsøkukabarettini fyri Varravøddavenjingum, siga tey.

Páhaldið hjá teimum er, at vísindafólk vilja vera við, at venjing av vøddunum við varrarnar vekir varandi vælveru.

- Júst varrarnar eru nakað av tí fyrsta fólk leggja merki til, tá tey hyggja at tær, og hartil eru varravøddavenjingar gagnligar ímóti gráum døgum og politiskum máttloysi.

- Tá i vit gera varravøddavenjingar, gagnnýta vit tað natúrliga sambandið millum varrar og kropp. Tá ið tú flennir, ristist kroppurin, búkurin spennist

og onkuntíð verður veipað við ørmunum.

- Alt í alt ein góð venjing fyri allan kroppin, siga fólkini aftanfyri ólavsøkukabarettina.

- Tey siga, at fara at leggja dent á venjingarnar HAHA, HIHI og HOHO, men eisini okkurt hendinga HEHE kann sníkja seg inn ímillum.

- Serliga venjingin HIHI stimbrar mussievnini og førleikan at fríggja, og tað kann vera gagnligt á Ólavsøku halda tey.

Men hjáárinini kunnu vera, at tú fært smílirukkur um varrar og eygu og Láturkrampa í búki og eygnabrúm.

- Hetta kann tó linnast við at hugsa um okkara fólkavaldu politikarar, leggja tey afturat.

Tey siga, at tað verða royndir varravøddavenjarar, ið standa fyri venjingunum - og kabarettini Tær eru: Barbara Hentze í Stórustovu, Durita Dahl Andreassen, Lisa í Dali, Mariann Hansen, Marita Svartá og Rakul Thomsen. Og venjari hjá teimum er Súsanna Tórgarð.