Venja til Barnafestivalin 2013

Hvørt ár framførir dansibólkurin hjá Margarinfabrikkini á Barnafestivalinum, og eru tað nú nógv børn, sum hava luttikið.

 

Børnini elska at framføra og støðið hækkar alsamt, av tí at børnini venja einaferð um vikuna gjøgnum árið.

 

Síðsta ár var dansibólkurin so heppin at heilsa upp á Line frá x-factor, sum gjørdist so góð við dansararnar, at hon lat tær signera hennera Margarin hetturtroyggju og sang fyri teimum.

Hetta var ein sera stór uppliving fyri bólkin.

 

Bólkurin venur hvønn týsdag klokkan 15.00-16.00 í Margarinfabrikkini saman við Gunn Reginsdóttir Joensen, sum hevur havt ábyrgdina av bólkinum í 6 ár.

 

Til Barnafestivalin 2013 er eisini ein dansibólkur við einans dreingjum, sum venja týsdag klokkan 14.30-15.00.

 

Dansibólkurin er fyri limir í Margarinfabrikkini, og øll í 3-7.flokki kunnu tekna seg sum lim.

 

Til Barnafestivalin 2013 verður eisini framførsla frá vinnaranum av Talent 2013, sum verður 17. og 18. apríl í Margarinfabrikkini.

 

Meira fæst at vita um dansibólkin ella Talent á facebook ella heimasíðuni www.fabrikkin.fo