Veng Danmark A/S er ein av størstu leverandørum av karossarílutum í Europa við umleið 15.000 vørunummarum á goymslu til 450 ymisk bilmodell.
Í Føroyum er tað Jens Pauli Dahl, sum umboðar Veng. Hann hevur eina kompletta Veng vøruskrá við príslista, yvir lutir til allar skaðaumvælingar. Prísurin er tann sami sum í Danmark, sigur Jens Pauli, og øll eru vælkomin at fáa ein príslista.
Levera uttan meirkostnað
Eitt av endamálunum er, at kundin veit, hvat lutirnir kosta honum, tá hann bíleggur teir.
Passformurin á luturnum er eins góður og á originallutum. Í nógvum førum er talan um originalar lutir, uttan at navnið á nøkrum bilmerki stendur á teimum. Veng Føroyar virkar sum ein heilsøla, ið selur til bilverkstøð og í smásølu til privatar kundar.
Kundin bíleggur lutirnar við nummarinum í príslistanum, og teir verða leveraðir beinleiðis á adressuna uttan meirkostnað.
Prísurin er tann sum stendur í príslistanum.
Equipart
Fyri at tryggja góðskuna enn betur samstarva Veng við Van Wezel/Unipart, ið brúka nógvar milliónir krónur til at kanna góðskuna á teimum ymisku lutunum. Hetta kvalitetkonseptið kallast »Equipart«. Teir kanna dygdina á tilfarinum, passformin, lakkeringina, monteringsholini, møtrikkarnar og annað. Veng sigast at vera teir einastu sum royndarmontera lutirnar, áðrenn teir verða sendir á marknaðin. Um »Equipart« merkið er á Veng lutunum, hava teir verið gjøgnum teirra sera stranga góðskueftirlit.
Upp til 6 ára garanti
Slættar karossaríplátur og botnprofilar í ymiskum tjúgdum eru altíð á goymslu.
Endamálið hjá heilsøluni, Veng Føroyar, sum heldur til í Leynum, er at levera rætta vøru til kundan hvørja ferð, og til rætta prísin. Veng er eitt kvalitetsprodukt, við upp til 6 ára garanti. Umframt karossarílutir umfatar vøruskráin hjá Veng eisini kølarar, bensintangar, svingarmar, lyktir og síðuspegl. Veng Føroyar hevur telefon nr. 421767, teldupostadressan er:
veng@post.olivant.fo