Venda Sjálfstæðisflokkinum bakið

Sjálfstæðisflokkurinn hevði mist plássið sum landsins størsti, hevði val verið til íslendska Altingið nú

Tá val var til íslendska Altingið seinast, fekk Sjálfstæðisflokkurin 37 prosent av atkvøðunum og varðveitti støðuna sum landsins størsti flokkur. Sum so mangan áður.

Men var val til Altingið í dag, hevði flokkurin fingið ein veruligan frammaná. Ein meiningakanning, sum Morgunblaðið almannakunngjørd um vikuskiftið, vísti, at tann siðvandi stjórnarflokkurin hevði ikki fingið meiri enn 22,3 prosent av atkvøðunum, um var var nú.

Tann stóri vinnarin hevði verið hin stjórnarflokkurin, Samfylkingin, sum hevði verið landsins størsti við knappliga 37 prosentum av atkvøðunum ella júst tað sama, sum Sjálfstæðisflokkurin fekk seinast.

Kanningin hjá Morgunblaðnum gevur Vinstrafylkingini 27 prosent, Framsóknarflokkinum 8 prosent, Fælslynda flokkinum 4,4 og Íslandsfylkingini 1,5 prosent.

Formaðurin í Vinstrafylkingini, Steingrímur J. Sigfússon, hevur mælt Geir H. Haarde, forsætisráðharra til at skriva út nýval sum skjótast fyri at fáa skil á kreppuni, sum landið er komið í.