Tað gjørdust teir báðir Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Oddfríður M. Rasmussen, sum fingu virðisløn M.A Jacobsens fyri mentanaravrik 2009 fyri skaldskapartíðarritið »Vencil« Virðislønin varð handað á samkomu í Müllers Pakkhúsi í gjár. Í grundgevingini segði dómsnevndin millum annað:
?Arnbjørn og Oddfríður hava við nærlagni og arbeiðssemi ment tíðarritið til eitt virðiligt mentanaríkast, sum miðlar bókmentaáhugaðum lesarum útlendskan og føroyskan skaldskap. Við virðing fyri mynd- og prentlistini er tíðarritið ein fagurfrøðilig heild á høgum stigi.
Tíðarritið er ein gluggi út í heim, samstundis sum tær bókmentaspírur, sum næla í heimliga jørðildinum, hava fingið góðar gróðrarumstøður. Tíðarritið hevur víðkað bókmentaliga sjónarringin á móðurmálinum og gevur forvitnum lesarum bókmentir, ið erta og stimbra.?
(Vegna ógegni átti nevndarlimurin Rigmor Dam ikki lut í hesi avgerð)










