Velur Fólkatingið fram um formanssessin

Edmund Joensen heldur ikki fram sum løgtingsformaður. Hann fer heldur at røkja starvið sum fólkatingsmaður Hóast eingin samgonga er skipað enn, er nú greitt, at Løgtingið fær annan formann. Tað sigur Kringvarpið.

Edmund Joensen, løgtingsformaður, er eisini valdur fólkatingsmaður, og tá tað ikki ber til at røkja tey bæði størvini samstundis, hevur hann valt at taka Fólkatingið fram um formanssessin í Løgtinginum.

Edmund Joensen ætlar sær at røkja bæði fólkatingsarbeiðið og løgtingsarbeiðið, men varamaðurin verður í Løgtinginum, tá Edmund Joensen er í Fólkatinginum. Fyrsti varamaður Sambandsfloksins í Løgtinginum nú er Marjus Dam.