John Johannessen
Fýra út av hvørjum fimm føroyingum halda tað vera skeivt av landsstýrinum at bjóða donsku stjórnini møguligt ríkidømi úr undirgrundini sum veð fyri at leingja búskaparligu skiftistíðina.
Hetta vísir nýggja veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sjónvarpið og Sosialin.
Kanningin vísir, at heili 79 prosent av teimum spurdu halda, at landsstýrið bar seg skeivt at, tá tað á seinasta samráðingarfundinum við donsku stjórnina um føroyskt fullveldi kom við nýggja útspælinum.
Einans 12 prosent halda, at landsstýrið gjørdi beint, meðan 9 prosent ikki hava tikið nakra beinleiðis støðu til hendan spurningin.
Hava misfatað málið
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, heldur, at hesi tølini vísa, at fólk ikki rættuliga hava fatað, hvat hendi á samráðingarfundinum 15. juni.
? Fólk hava bert lurtað eftir tí, sum andstøðan hevur ført fram um oljuútspælið, sigur Høgni Hoydal.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tað, sum oljuútspælið í veruleikanum snýr seg um er, at nakrar avtalur millum Føroyar og Danmark frá 1992 og 1993, tá Føroyar tóku yvir ræði á føroysku undirgrundini, verða staðfestar enn einaferð.
Hesar avtalur snúgva seg í stuttum um, at tað ikki er rættvíst, at Føroyar framhaldandi fáa stuðul úr Danmark, um vit fáa stórar inntøkur frá eini møguligari oljuvinnu.
11 ár skulu
rindast aftur
Landsstýrið skeyt á seinasta samráðingarfundinum upp, at skiftistíðin skal vera fimtan ár. Men, at møguligar inntøkur frá eini oljuvinnu skulu mótroknast stuðulinum, veittur verður eftir tey fyrstu fýra árini.
Hetta merkir, at vit fáa blokkstuðul úr Danmark í fýra ár, eftir at Føroyar eru vorðnar fullveldisríki. Men stuðulin fyri tey ellivu árini, sum eftir eru av skiftistíðini, skulu vit rinda dønum aftur, finna vit olju.
Rættvíst móti dønum
Høgni Hoydal heldur tað vera rímiligt mótvegis dønum, at vit mótrokna oljuna í skiftistíðini. Hann heldur tað eisini hava týdning, at vit ikki fáa eina krónu ov nógv úr Danmark, og hesa fatan heldur hann seg deila við ein stóran part av føroyska fólkinum.
Somuleiðis vísir landsstýrismaðurin á, at tað er lítið sannlíkt, at danska stjórnin fer at gera nakra avtalu við Føroyar, uttan at oljan á ein ella annan hátt er drigin upp í.
Harafturat ger Høgni Hoydal greitt, at tað bert kostar Føroyum umleið fýra milliardir krónur at mótrokna oljuna fyri hesi ellivu árini. Og hetta heldur hann vera lítið, tá talan er um oljuinntøkur.
Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerkingar frá løgmanni til úrslitið.
Samd við andstøðuni
Hetta úrslitið av veljarakanningini sýnir heilt greitt, at veljarin er samdur við andstøðuni, tá tað um oljuútspælið ræður.
Formenninir í teimum báðum stóru andstøðuflokkunum, Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, søgdu nevniliga beinan vegin, tá tíðindini bórust um oljuútspælið, at hetta var púra burturvið.
Andstøðan metir hetta vera at selja burtur av arvasilvurinum hjá komandi ættarliðum.
? Hetta kann sammetast við at spæla í V4 og vóna at fáa stóra vinningin, sigur Jóannes Eidesgaard.