Veljarakanningin undirmetir okkum

? Vánaliga úrslitið í veljarakanningini fær okkum at gera nakað eyka og vit eru væl fyrireikað, sigur ein óttaleysur Lasse Klein

Veljarakanningin, sum Sjónvarp Føroya hevur kunngjørt, spáar, at Verkamannafylkingin og Kristiligi Fólkaflokkurin ikki koma inn á ting eftir løgtingsvalið 30. apríl.

Til seinasta løgtingsval fekk Kristiligi Fólkaflokkurin 6,3 prosent og tveir menn valdar, men verður nú spáddur at fáa 3,5 prosent. Tað er ikki nóg mikið at koma inn um tingsins gátt. Annar av tingmonnunum hjá flokkinum, Jákup Olsen, hoppaði sum kunnugt yvir til Fólkaflokkin herfyri og um tað hevur havt eina ávirkan á veljarakanningina, sigur hin tinglimurin í flokkinum Lasse Klein.

? Tað er altíð harmiligt, at ein tinglimur fer úr flokkinum, serliga tá ið flokkurin er so lítil. Fráboðanin átti at komið fyrr, til dømis fyri einum hálvum ári síðani, sigur Lasse Klein úr Kristiliga Fólkaflokkinum.

Hóast flokkurin hevur mist ein tinglim og verður spáddur stóra afturgongd hevur Lasse als ikki mist vónina.

? Tað er ongantíð fyrr komið fyri, at ein flokkur, sum hevur fingið 3,5 prosent ikki hevur fingið mann valdan. Eg meti als ikki, at møguleikarnir hjá okkum eru so ringir. Til seinasta løgtingsval vóru vit í einari veljarakanning spádd at fáa 0,9 prosent og eini aðrari 9,4 prosent. Tá ið avtornaði fingu vit 6,4 prosent, sigur Lasse Klein.


Ivi um kanningarháttin

Lasse Klein metir, at tað kann hava ávirkað kanningarúrslitið, at Kristiligi Fólkaflokkurin er minsti flokkur í størsta valdøminum, Suðurstreymoy. Meginparturin av teim spurdu koma ivaleyst úr miðøkinum, har fólkagrundalagið er størst.

? Okkara flokkur stendur seg sterkast í Eysturoynni og Norðuroyggjum, sigur Lasse Klein.

Hóast tinglimurin í Suðuroy er farin yvir í annan flokk, hevur Lasse vón um, at uppstillingin í oynni fer at gera sítt til, at teir fáa mannin valdan har.

Spurdur um, hví Kristiligi Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, sum hava nøkulunda somu stevnumið, ikki leggja saman aftur í ein flokk og harvið tryggja eitt størri grundarlag, sigur Lasse Klein.

? Eina ferð hava allir flokkar verið smáir. Kristiligi Fólkaflokkurin er ein politiskur veruleiki og soleiðis heldur tað fram at vera. Vit hava einki ímóti at samstarva við aðrar flokkar. Kemur eitt ynski fram um, at vit eiga at leggja saman, taka vit tað sjálvandi upp til viðgerðar. Kristiligi Fólkaflokkurin hevur víst, at hann er ein flokkur við ábyrgd. Í fjør heyst fóru vit inn í eitt tekniskt samstarv við samgonguna, soleiðis at val ikki varð útskrivað í úrtíð. Vit tryggjaðu, at fíggjarlógin fyri 1998 varð samtykt og at skattalógaruppskotini vórðu framd.

Men sambært veljarakanningini hevur tað ikki økt um álitið á tykkum.

? Tað veit eg nú ikki. Veljarakanningar vísa aldri eina greiða støðu hjá teim smærru flokkunum í mun til teir størru. Smáu flokkarnir verða altíð undirmettir í kanningum. Men tað fær okkum at gera ein eyka innsats og vit fara væl fyrireikað undir valið, sigur Lasse Klein úr Kristiliga Fólkaflokkinum at enda.