Veljarakanning: Samgongan hevði mist meirilutan

Javnaðarflokkurin hevði verið størstur, og Sambandsflokkurin hevði havt størstu afturgongdina

Tað vísir veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt.

Kanningin, sum er gjørd 13. august, vísir, at um val var í dag, so hevði samgongan mist meirilutan, tí at Sambandsflokkurin hevði mist ein tingsess, sum Javnaðarflokkurin hevði fingið.

Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin, sum á valinum varð størsti flokkur, hevði framvegis verið størsti flokkurin í samgonguni, og hevði verið einasti flokkur í samgonguni, sum hevði havt framgongd.

Fólkaflokkurin hevði fingið 25 prosent, sum er ein framgongd upp á hálvt prosentstig úr 24,5 prosentum á valinum 1. september í fjør.

Sambandsflokkurin hevði havt stóra afturgongd og bara fingið 17,9 prosent, sum ein afturgongd upp á 2,4 prosentstig úr 20,3 prosentum, sum flokkurin fekk á løgtingsvalinum í fjør.

Javnaðaflokkurin hevði fingið størstu framgongdina úr 22,2 prosentum á valinum í fjør upp í 25,8. Ein framgongd upp á 3,6 prosentstig.

Sjálvstýrisflokkurin hevði ikki vunnið upp um tinggáttina, sambært veljarakanningini, tí flokkurin hevði bara fingið 2,3 prosent. Ein afturgongd upp á 1,2 prosentstig í mun til vali í fjør. Flokkurin missir einasta tingsessin, sum eisini fer til Javnaðarflokkin.

Tjóðveldi hevði eisini havt afturgongd, um val var í dag. Flokkurin hevði farið úr 18,1 prosenti, sum flokkurin fekk á valinum í fjør til 17,6. Ein afturgongd upp á hálvt prosentstig.

Framsókn hevði havt framgongd upp á 2 prosentstig, um val var í dag. Flokkurin hevði farið úr 4,6 prosentum, sum flokkurin fekk á valinum í fjør til 6,6 prosent.

Samgonguflokkurin Miðflokkurin hevði hevði eina lítla afturgongd upp á eitt hálvt prosentstig, um val var í dag. Flokkurin hevði farið úr 5,4 prosentum til 4,9 prosent.

Um veljarakanningin var valúrslitið í dag, so hevði parlamentariska støðan í Løgtinginum verið broytt soleiðis, at samgongan hevði mist meirilutan, tí at Sambandsflokkurin hevði mist ein tingsess til Javnaðarflokkin.

Býtið av tingsessum hevði verið 17 til andstøðuna og 16 til samgonguna.

 

Fólkaflokkurin: 8 (8)

Sambandsflokkurin 6 (7)

Javnaðarflokkurin: 9 (7)

Sjálvstýri: 0 (1)

Tjóðveldi 6 (6)

Framsókn 2 (2)

Miðflokkurin 2 (2)

 

Veljarakanning 13. august 2020:

 

Í dag

LV 2019

Broyting

tingsessir

LV 2019

Broyting

 

A: Fólkaflokkin

25,0%

24,5%

0,4%

8

8

0

 

B: Sambandsflokkin

17,9%

20,3%

-2,4%

6

7

-1

 

C: Javnaðarflokkin

25,8%

22,2%

3,6%

9

7

2

 

D: Sjálvstýri

2,3%

3,4%

-1,2%

0

1

-1

 

E: Tjóðveldi

17,6%

18,1%

-0,5%

6

6

0

 

F: Framsókn

6,6%

4,6%

2,0%

2

2

0

 

H: Miðflokkin

4,9%

5,4%

-0,5%

2

2

0

 

K: Framtakið

 

0,9%

-0,9%

0

0

0

 

L: Føroyaflokkurin

 

0,5%

-0,5%

0

0

0

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hevði atkvøtt blankt

1,4%

 

 

 

 

 

 

Hevði ikki farið á val

1,4%

 

 

 

 

 

Veit ikki

7,8%

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Samgongan

47,7%

 

-2,5%

16

 

-1

Andstøðan á tingi

52,2%

 

3,9%

17

 

1

Onnur

0,0%

 

-1,4%