Veljarakanning: Javnaðarflokkurin nógv størstur

Um val var í dag, hevði samgongan hjá Bárði Nielsen fingið sekkin

Veljarakanningin hjá Portal.fo er lítið hugaligur lesnaður hjá Bárði Nielsen, løgmanni

Tað vísir veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo

Javnaðarflokkurin hevði havt stóra framgongd og farið frá 22,2 prosentum til 29,0 prosent. Tað hevði givið flokkinum tíggju tingfólk, sum eru trý fleiri enn á seinasta løgtingsvali. Framgongdin í prosentum er 6,8 prosentstig.

Fólkaflokkurin hevur størstu afturgongdina. Hann fær í kanningini 21,5 prosent og verður næststørsti flokkur. Afturgongdin er 3,1 prosentstig, og tað ger, at flokkurin fer úr 8 tingfólkum niður í 7 tingfólk.

Sambandsflokkurin hevur eisini lutvíst stóra afturgongd. Hann fer úr 20,3 prosentum niður í 17,8. Afturgongdin er 2,5 prosentstig, og tað merkir, at flokkurin missir ein tingsess og fer úr 7 niður í 6 tingsessir.

 

##med2##

Tjóðveldi stendur at kalla í stað. Flokkurin fær 17,9 prosent av atkvøðunum í mun til 18,1 á seinasta vali. Tað merkir, at flokkurin stendur í stað og varðveitir síni 6 tingfólk.

Smáu flokkarnir standa allir í stað, uttan Sjálvsýrisflokkurin, sum sambært veljarakannignini hjá spyr.fo fyri portal.fo missir sín tingsess.

Tingfólkabýtið hevði verið soleiðis sambært kanningini:

 

Fólkaflokkurin: 7 tingsessir

Sambandsflokkurin: 6 tingsessir

Javnaðarflokkurin: 10 tingsessir

Sjálvstrýri: 0 tingsessir

Tjóðveldisflokkurin: 6 tingsessir

Framsókn: 2 tingsessir

Miðflokkurin: 2 tingsessir

 

##med3##

 

Hendan samansetingin av Løgtinginum merkir, at samgongan hjá Bárði Nielsen hevði verið send til hús, tí hon hevði bara havt 15 tingfólk aftan fyri seg. Fyri at hava meriiluta krevast 17 tingfólk.

Samgogan, sum sat fyri valið við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldinum og Framsókn, hevði sambært hesi kanning havt 18 tingsessir aftan fyri seg og hevði helst verið besta boð upp á eina nýggja samgongu, um hetta var samansetingin á ting.

 

##med5##

 

##med4##

 

Veljarakanningin hjá Portal.fo er lítið hugaligur lesnaður hjá Bárði Nielsen, løgmanni

Sjálvan 14. september í 2019 skriva Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin undir samgonguskjalið

Valúrslitið 31. august í 2019

Prosentbýtið millum flokkarnar sambært veljarakanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo

Tingfólkabýtið millum flokkarnar sambært veljarakanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo