Nýggj veljarakanning hjá Gallup vísir, at Fólkaflokkurin hevði fingið ein frammaná, var løgtingsval nú 16,5 prosent av atkvøðunum. Tað hevði verið parturin hjá Fólkaflokkinum sambært kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting. Tað er stór afturgongd samanborið við seinasta val, tá flokkurin fekk 20,6 prosent. Fólkaflokkurin hevði mist ein tingmann.
Javnaðarflokkurin hevði eisini mist ein tingmann, um val var nú. Kanningin gevur flokkinum 19,5 prosent ímóti 21,8 á valinum í 2004.
Triði samgonguflokkurin, Sambandsflokkurin, hevði harafturímóti fingið framgongd, um løgtingsval var nú. Eftir Gallup-kanningini hevði flokkurin fingið 25,9 prosent samanborið við 23,7 í 2004 og ein tingmann afturat.
Tjóðveldið hevði fingið 22,5 prosent ímóti 21,7 á valinum í 2004, men hóast framgongdina hevði flokkurin mist ein av sínum tingmonnum.
Teir báðir smáu flokkarnir høvdu fingið væl burtur úr einum vali nú. Sambært kanningini høvdu bæði Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin fingið framgongd og hvør sín tingmann afturat. Miðflokkurin hevði fingið 10,1 prosent og Sjálvsstýrisflokkurin 5,4.